Í gjár skipaði 62°N fyri móttøku í samband við, at felagið hevur keypt fyrrverandi Hotel Havn í handilsgøtuni í miðbýnum í Havn við adressuni Dr. Jakobsensgøta 14-16.
Eini 250-300 fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið millum klokkan 15 og 17, og millum tey vitjandi vóru eitt nú samstarvspartar og umboð fyri aðrar ferðaskrivstovur, feløg og stovnar.
- Vit vóru ógvuliga fegin um undirtøkuna, sum móttøkan fekk – ja, eg vil siga, at vit vóru ikki sørt bilsin av, at so mong møttu at síggja hotellið og bera okkum eina heilsan.
Tað sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N, sum nú eigur og rekur hotellið. Dagligur leiðari á 62°N Hotel, sum hotellið nú kallast, er eins og áður, Jógvan Breckmann.
Tað var um mánaðarskiftið mai/ juni, at møguleikin hjá 62°N at keypa hotellið kom upp at venda.
Um hálvan juli vóru partarnir komnir so langt við samráðingunum, at semja var um prísin, og hin 1. august í ár yvirtóku 62°N raksturin av virkseminum, soleiðis at gomlu eigararnir gjørdust leysir.
Bergur Thomsen vísir á, at nú 62°N hevur ferðaskrivstovu í Gundadali, bilútleigan í Vágum og hotell-og gistingarhús í miðbýnum í Havn, skuldu umstøðurnar og møguleikarnir verið av teimum bestu at veitt viðskiftafólki eina framúr góða tænastu.
- Nú eru vit líka sum við at gerast eitt samtak og heildarveitari á okkara øki, har vit kunnu veita fleiri tænastur undir einum og sama hatti, sigur stjórin.
Bergur Thomsen vísir á, at tá móttøkan í gjár byrjaði, beyð hann vælkomin, og umframt at bjóða ábit, sum matstovan á hotellinum hevði gjørt, bjóðaði 62°N Hotel eisini teimum vitjandi at síggja snøggu kømrini.
- Vit hava nú 19 nýggj kømur, umframt tey 13 kømrini, sum vit hava í gistingarhúsinum, sum áður var Bládýpi, sigur stjórin í 62°N, Bergur Thomsen.