Nógv fingið bót

Seinastu tvær vikurnar hevur løgreglan gjørt umfatandi ferðslukanningar kring alt landið.

Endaligau uppgerðin er ikki liðug enn, men løgreglan sigur, at nógvir bilar eru kannaðar og tíverri var úrslitið eisini, at hjá nógvum vóru viðurskiftini ikki ílagi. Løgreglan sigur, at sostatt hava nógvir bilførarar fingið bót. Flestu bøturnar eru skrivaðar til bilførarar, sum ikki hava havt ljósini í lagi. Bótin fyri lyktafeil er 400 krónur og so er ongin munur á um tað er nummarplátuljósið, ella høvuðsljósið, sum ikki lýsur. Hinvegin stóð rættiliga væl til við dekkunum. Annars hava bilførarar fingið bót fyri at ikki at brúka trygdarbelti, fyri ikki at hava koyrikort o.s.fr.