Um vikuskiftið gjørdi løgreglan í Havn ferðmátingar á vegastrekkinum norðanfyri Kalbakstunnilin, og nógv vóru tey, ið fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Eisini vóru nøkur, ið koyrdu so mikið skjótt, at koyrikortið hongum í einum klønum tráð, sigur Suni Vinter, leiðari á politistøðini í Havn.
Nakrar av ferðátingunum vórðu gjørdar eftir dytsin millum HB og KÍ sunnudagin, og vóru tað nøkur av KÍ viðhaldsfólkunum, ið høvdu eitt sindur ov stóran skund at sleppa sær norður aftur at bera boð um tepra sigurin. Tað frættist, at einir fimm bilførarar fingu bót, tí teir skundaðu sær ov nógv at náa ferjuna um Leirvíksfjørð.
Kemur ofta fyri
Suni Vinter sigur, at tað kemur ofta fyri, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra við eini ferð, ið liggur omanfyri mest loyvda markið, ið er 80 kilometrar um tíman. Eisini kemur tað javnan fyri, at ung fólk, ið ikki hava aldur at koyra bil, verða tikin fyri at koyra uttan koyrikort, eins og tað gjørdi um vikuskiftið.