Um góðar tvær vikur fer føroyska fótbóltslandsliðið á sína árligu venjingarlegu í La Manga í Spania. Um vikuskiftið vóru 30 mans savnaðir til venjing í Havn, og nú hevur Henrik Larsen so gjørt av, hvørjir teir 20 menninir eru, sum skulu við til Spania.
Stuðulsleikarar sita heima
Verður hugt at hópinum sæst, at fleiri av vanligu stuðulsleikarunum á føroyska landsliðnum ikki eru við í hópinum, men at ein rúgva av yngri leikarum hava hinvegin fingið møguleikan.
Henrik Larsen sigur, at talan í veruleikanum er um eitt styrkt føroyskt U23-landslið, ið fer til Spania. - Eg havi gjørt av, at fleiri av teimum "gomlu" á landsliðnum sleppa at sita heima, tí vit vita, hvat teir standa fyri. Ístaðin hava vit boðsent fleiri leikarar, ið eru sonevndir "boblarar" til liðið, t.v.s. leikarar ið nærkast liðnum, sigur Henrik Larsen, ið heldur tað verða umráðandi, at ungir leikarar sleppa at "lukta" eitt sindur til landsliðið.
Eitt nú eru hvørki Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen í hópinum, og í teirra stað eru teir báðir Bárður Johannesen úr HB og Tórður Thomsen úr NSÍ úttiknir. Til hetta sigur Henrik Larsen, at tað er eingin loyna, at bæði Jens Martin og Jákup eru komnir so mikið til aldurs, at teir neyvan verða á landsliðnum í so nógv ár afturat, og tí er umráðandi at lata aðrar sleppa framat á slíkum ferðum. Jens Martin Knudsen verður tó við á ferðini sum málmansvenjari hjá føroyska landsliðnum.
- Bárður hevur verið við áður, og Tórður er ein ungur og spennandi málverji. Vit hava eisini Gunnar Nielsen úr Frem í huga, men hann verður so ikki við á hesari venjingarleguni, sigur Henrik Larsen.
Eisini nevnir Henrik Larsen unga Jónas þór Næss, sum júst hevur fingið yrkissáttmála í Frem sum ein leikara, ið teir heilt víst fara at hava eyguni eftir í framtíðini.
Venjingarstøðið er nógv batnað
Sum áðurnevnt var ein bruttohópur upp á 30 mans savnaður til venjingar í Havn farna vikuskifti, og Henrik Larsen var væl nøgdur við venjingarstøði hjá øllum monnunum.
- Eg haldi, at tað vóru nógvir, ið stóðu seg væl farna vikuskifti, og eg má ásanna, at tað er vorðið alsamt truplari at velja út ein hóp, tí tað tykist sum um, at tað eru nógv fleiri leikarar at velja ímillum nú, sigur Henrik Larsen.
Føroyski landsliðsleikarin fegnast eisini um, at menn tykjast væl fyri so tíðliga upp á árið, og tað man óivað verða tí, at bæði feløg og leikarar eru vorðin meiri seriøs, heldur Henrik Larsen.
Somuleiðis er føroyski landsliðsvenjarin av teirri áskoðan, at tað er eitt stórt framstig fyri føroyskan fótbólt, at man nú hevur valt at longja kappingina, so at tað nú verða leikt 27 umfør ístaðin fyri 18, sum vanligt hevur verið seinnu árini.
- Spælarar í øðrum londum spæla ofta eitt stað millum 60 og 80 dystir árliga, og tað er sjálvsagt, at teir hava nógv betur dystarvenjing enn vit, so tað er bara gott fyri føroyska landsliðið, at kappingarárið verður longt, sigur Henrik Larsen.
Bert ein venjingardystur á ferðini
Í mun til undanfarin, har tað altíð hava verið minst tveir venjingardystir á skránni, verður hesaferð bert tann eini dysturin leiktur á ferðini. Hann verður móti norska tippeligaliðnum HamKam, sum hevur navnframa Ståle Solbakken sum venjara.
- Vit meta, at tað er nóg mikið við einum venjingardysti, tí so fáa vit fleiri venjingar. Tá ið vit hava fleiri dystir á skránni, fáa vit tilsvarandi færri venjingar, og í ár hava vit so valt heldur at hava fleiri venjingar og so bert at spæla tann eina venjingardystin, sigur Henrik Larsen.
Føroyska ferðalagið fer til Spania leygardagin tann 19. februar, og komið verður aftur til Føroya sunnudagin tann 27. februar.