Nógv vilja vera flogvallarstjóri

Heili 68 umsóknir eru komnar til stjórastarvið á Vága Floghavn sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í felagnum. Av teimum eru 59 menn og 9 kvinnur.

 

Starvið hevur verið leyst, síðani Jákup Sverri Kass fór úr starvinum 16. novembur.

 

Kitty May Ellefsen sigur, at nú fer setanartilgongdin í gongd.

- Ein setanarbólkur skal setast, umsóknirnar viðgerast og síðani starvssamrøður haldast. Vit vóna, at ein nýggjur stjóri er til reiðar at byrja í starvinum tá summarflúgvingin tekur dik á seg, sigur hon.

 

Nevndarforkvinnan veit ikki, um nakrir útlendingar hava søkt starvið, men tað væntar hon kortini ikki.

- Vit hava sett sum treyt, at nýggi stjórin skal duga føroyskt. Tað er somikið nógv samskifti við føroyskar myndugleikar og virki, at vit meta tað vera neyðugt at duga føroyskt. Tí avmarkar tað nátúrliga talið á útlendskum umsøkjarum. Tað er kortini møguligt, at onkur føroyingur, búsitandi uttanlands, hevur søkt starvið, sigur hon.