Nógvar ferðsluvanlukkur í Danmark

Ferðsluvanlukkur í Danmark í páskavikuni kostaðu níggju fólkum lívið. Tey flestu vóru ungfólk Sjálvt um hesin mánaðurin ikki er meiri enn hálvrunnin, hevur ferðslan í Danmark longu kravt 24 mannalív.

Serliga ringt var nú á páskum, tá ikki færri enn níggju fólk doyðu í ferðsluvanlukkum.

Við Ringsted á Sælandi doyðu fýra ungfólk í einari vanlukku, í Esbjerg doyðu tríggir ungir menn, tá tveir bilar stoyttu saman, sunnan fyri Aalborg doyði ein maður eftir at hava rent á eitt træ, og við Køge bleiv ein maður ákoyrdur, meðan hann gekk á motorvegnum.

Við vanlukkunum hesar seinastu dagarnar hevur ferðslan kravt 96 mannalív í Danmark higartil í ár.