Sjálvt um nýggjárið hevur verið friðarligt í Eysturoynni, so hevur politiið í Runavík tikið heili fýra rúsdrekkakoyrarar. Hetta er ógvuliga nógv, verður sagt av politistøðini í Runavík.
Ein harðskapssak verður í løtuni viðgjørd á Skálafjørðinum. Talan er um tveir vinmenn, sum fóru til hendurs, og annar teirra varð sparkaður í høvdið. Politiið í Runavík sigur, at sparkaði maðurin breyt kinnbeinið í tveimum støðum, og var lagdur inn á Landssjúkrahúsið.
30. og 31. desember og 1. januar hevur politiið í Klaksvík annars gjørt paragraff 13 kanningar í býnum. Tilsamans vóru átta bøtur skrivaðar. Tær vórðu skrivaðar millum annað fyri tokuljós, lyktafeilir, vantandi koyrikort, trygdarbeltið og annað.
Annars letur politiið í Klaksvík væl at nýggjárshaldinum har norðuri. Politiið varð einaferð boðsent at koma norður um Klaksvíkina eftir einum fullum manni, sum var óður í høvdinum, og var til stóran ampa. Við eldi og rakettum hevur politiið í Klaksvík ikki havt nakrar trupulleikar.