Nú kemur nýggjur landsstýrismaður

Á landsstýrisfundi var semja um, at løgmaður skal tilnevna nýggjan landsstýrismann

Síðani Henrik old legði frá sær sum landsstýrismaður, hevur ivi verið um, um ein nýggjur landsstýrismaður skal tilnevnast at taka sær av samferðslumálum.

 

Løgmaður hevur sjálvur umsitið málsøkini hjá Henrik Old, men nú verður nýggjur landstýrismaður tilnevndur.

 

Løgmaður sigur, at hetta hevur drigið eitt sindur út, millum annað tí stríð vaar í samgonguni um spurningin um fiskidagar ella kvotur.

 

-Men núer tilgongdin farin í gongd og nýtt landsstýrisólk verður sett í komandi viku, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.