Nú kemur ættarbók um Nes kommunu

Ættarbindið, sum Helgi Jacobsen og Thorleif Hansen hava skrivað um Nes kommunu, kemur nú út.

Tað var í 2013, at bygdarráðið í Nes kommunu tók avgerð um at skriva bygdasøgu um bygdirnar í kommununi. Helgi Jacobsen, rithøvundur, játtaði at skriva bygdasøguna.

 

Skjótt bleiv staðfest, at søguliga tilfarið var so mikið  rúgvusmikið, at neyðugt var við fleiri bindum. Tí varð avgjørt, at bygdasøgan skuldi verða trý bind, harav tað triðja bindið skuldi verða eitt ættarbind.

 

- Heitt varð á Thorleif Hansen, sum hevur skrivað nógv um ættirnar í Nes kommunu, um at verða við í skrivingini av triðja bindinum.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at bind 1 og 2 komu út í samband við, at Nes kommuna varð 50 ár í 2017. Nú er so triðja bindið liðugt, og útgávudagurin er settur at verða mikudagin hin 22. august klokkan 19.30 í Tofta skúla.

 

- Á útgávudegnum kostar hvørt bindið 250 krónur. Vanligur prísur er annars 350 krónur. Tey, sum hava goldið og bílagt bøkur, fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar útgávudagin, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Umframt at borgarstjóri og rithøvundar fara at siga nøkur orð, verður eisini møguleiki at fáa bøkurnar signeraðar, eins og Nes kommuna fer at bjóða ein drekkamun.