Nøkur orð til minnis um góða vin mín

Tummas Jákup Lið
1.11. 1958 - 14.12. 2005.

Tá eg farið at hugsa um, hvussu leingi eg havi kent Tummas Jákup, so má eg siga, at eg havi kent Tummas Jákup, so langt aftur eg kann minnast. Vit búðu stutt frá hvør øðrum, og tað fyrsta vit stigu út um dyr sum piltar og gingu okkara fyrstu spor oman á vegin úti á Lið í Sørvági at spæla við onnur børn, so varð tað natúrligt at vit funnu saman sum spælibrøður. Tí vit vóru javngamlir. Tað vóru annars nógv børn úti á Lið, tá vit vóru smádreingir. Har vóru fleiri børn í nær sagt hvørjum húsi. Vit spældu tað sama sum onnur børn og vit spældu við onnur børn eisini. Tá spældu børn nógv á sandinum. Tað var við bátar, spæla útróðrarmenn, at vaða, gera sandbýir, sandbyrgingar og annað mangt. Liðadreingir plagdu eisini at spæla bólt á Niðaraveg, við hvørt á Vendiplássinum og við hvørt longur heimi har trappan oman á Niðaraveg er. Tosaðu stundum um hetta seinni, hvussu nógv tað er broytt við ferðsluni av bilum - í dag hevði hetta verið ómøguligt vegna nógvu ferðsluna. Tá var ein kanska avbrotin eina ella tvær ferðir ein heilan dyst av bilum, so fáir bilar vóru. Annars spældi mann kovboyar og indianarar, við leikutoysbilar, plastikkmenn og annað mangt.

Tummas Jákup átti nøkur systkin, Rosa, Jens Erland, Juliana, sum var ættleidd í Kaldbak, Malla og eina tvíburasystir, Paulina, hon bleiv tíverri heldur ikki gomul, doyði 2.3. 2003, 44 ár - einkja, frá seks børnum, harav fleiri ikki vóru vaksin. So tey tvíburðasystkini fingu eina heldur enn ikki trista lagnu. Tummas Jákup sjálvur var ógiftur. Paulina búði í Skopun, seinastu árini av lívinum meðan hon var einkja, plagdi Tummas Jákup á hvørjum árið at vera suðuri hjá henni og børnunum og halda jól saman við teimum. Tað hugsi eg tey vóru glað fyri.

Pápi Tummas Jákup var einkjumaður tvær reisur, seinna konan, Tóra, doyði í 1967, 47 ára gomul, sama aldur sum Tummas Jákup rakk. So Tummas Jákup misti tíðliga mammuna. Eg minnist honum dámdi so væl sangir, har navnið "mamma" var nevnt í, so har hevur ein saknur ligið. Tað var tí sera passandi, at hann fekk sín seinasta hvíldarstað undir liðini á mammuni í kirkjugarðinum. Eg hugsi at Tummas Jákup og mamman liðu av nøkulunda somu sjúku. Mamman fekk ung heilabløðing og sat lamin í fleiri ár. Tummas Jákup fekk fyri nøkrum árum síðan eina minni bløðing í høvdinum so at hann gjørdist nakað skeivur í andlitinum, men tað rættaði seg so nøkulunda upp aftur. Tummas Jákup hevði kortini ongantíð nakað serliga góða heilsu, var heldur veikur alt lívið; eg minnist at pápi hansara ráddi honum frá at fara til skips. Helt hann ikki hava heilsu til tað. Hann fór so heldur ongantíð til skips. Tó var Tummas Jákup raskur arbeiðsmaður og hansara verk lá avgjørt ikki eftir har sum hann var. Hansara mestu tíð arbeiddi hann á flakavirkinum. Hann byrjaði longu miðskeiðis í sjeyti-árunum á gamla flakavirkinum hjá Pf. N. Niclasen. Á flakavirkinum arbeiddi hann meginpartin av vaksna lívinum og plagdi at standa við maskinurnar. Eftir at flakavirkið var lukka arbeiddi hann í nøkur ár á Vestfish við at skera kongafisk í hond, hann arbeiddi eisini á laksavirkinum, sum var har gamla flakavirkið hevði verið. Eina tíð fyri stuttum arbeiddi hann hjá Landsverkfrøðinginum. Seinastu tíðina arbeiddi hann á virki sum virkaði saltfisk. Annars minnist eg at vit sum tannáringar báðir onkuntíð plagdu at arbeiða á Bíggjarvegnum við at fylla eyr í holurnar á vegnum. Tá var Bíggjarvegurin bara eitt spor og grúsvegur. Tað hugsi eg var fyrsta lønta arbeiði hjá Tummas Jákup. Seinast í áttatiárunum og í nítiárunum arbeiddi vit saman á flakavirkinum í nøkur ár.

Abbi Tummas Jákup var uppafturgiftur Samulinu, abbin var longu deyður tá vit vóru smádreingir. Hjá Samulinu høvdu vit okkara føstu gongd, tá vit gjørdust eitt sindur størri smádreingir og hálvvaksnir. Samulina var sera fitt fólk og har var mangan stuttligt at sita, hjartagóð og gávumild var hon sum fáur. Samulina doyði 77 ára gomul í 1980.

Ein kundi nevnt so ótrúliga nógv, tí nógv er at minnast aftur á, nógvar góðar og eisini skemtiligar løtur. Eitt kann eg í øllum førum siga, eg havi bara góð minnir eftir Tummas Jákup; vit vóru ongantíð óvinir og klandraðust vit onkuntíð sum yngri, sum var sera sjáldan skal sigast, so vórðu vit altíð væl aftur - tí helt vinalagið seg lívið út.
Eg minnist vit sum unglingar plagdu at sita og lurta eftir tónleiki á sigleplátum, sum vóru nógv brúktar tá. Einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum, tá eg sigldi við farmaskipi, hevði eg keypt fleiri lpir við Johnny Cash í útlondum. Tummas Jákup hevði ongantíð hoyrt hesar fyrr, og hann fall fullkomiliga fyri tí tónleikinum. Country bleiv eisini hansara tónleikaáhugi restina av lívinum. Eg komi eisini at minnast, at vit báðir vóru við til stovnandi fundin hjá SUF (Sørvágs Ungmannafelag) í 1974 í Gomlu dansistovu. Tað vóru mest dreingir, sum gingu í 3 real tá, sum tóku stig til stovnanina. Fyrsta árið vóru longu 75 limir. Hetta felag helt áfram til einaferð fyrst í nítiárunum, hugsi eg, so datt tað tíverri niðurfyri. Annars var faktiskt meira fyri ung tá enn tað er í dag, so undarligt tað ljóðar. Har var ungmannafelag, sum helt til í Gomlu dansistovu har kiosk, spøl og ymiskt var fyri ung, tvær aðrar kioskir tú kundi sita inn í vóru eisini í bygdini, hjá Skælings Jógvan og hjá Eli. Har hildu vit og okkara javnaldrar nógv til. Dansistova og biograf var eisini har dansur og filmfyrivísing vóru regluliga hvørja viku.

Koyrikort og bil fekk Tummas Jákup sær eisini, tá tann tíðin kom. Hann hevði altíð Mazda bilar, seinastu árini hevði hann kortini ikki bil, men hugsaði um at fáa sær bil aftur. Fyrsti bilurin hjá honum var heldur vesalligur og rustetin. Eg minnist at einaferð funnu vit uppá at lakera felgurnar fyri at bøta upp á hetta, tær gjørdust skínandi blankar. Men úrslitið var tað mótsetta. Hetta framhevjaði bara restina av bilinum enn meira. Eg minnist at pápi hansara smíltist at okkum. Áttatiárini búðu Tummas Jákup og pápin einsamallir í húsi, pápin doyði gamal maður í 1989. Eftir tað búði Tummas Jákup einsamallur í húsi.

Tummas Jákup fekk gjørt sær húsini í stand eini 3 - 4 ár fyri at hann andaðist. Hann klæddi húsini og skifti takið og bygdi eitt sindur upp í so pláss varð til eina hampiliga gongd og eitt vakurt baðirúm. Soleiðis at fáa gjørt húsini í stand var hann sera fegin um, trist kortini, at honum ikki skuldi unnast longur tíð í húsunum nú hann hevði fingið tey so góð. Men soleiðis er. Tað eru ikki vit sum ráa fyri tí.
Eitt skal eisini sigast um Tummas Jákup, hann var góður við síni systkin og tey við hann. Eg hugsi kortini serliga um systrina, Mallu, hon og døtur hennara vóru honum ein sera góð hjálp á so mangan hátt.
Annars var Tummas Jákup ein sera friðarligur maður og gjørdi ikki nógv um seg. Ikki tí, hann kundi siga sína meining, um hann kendi okkurt ikki vera rætt ella vera órættvíst.

Eitt sum eg komi at sakna mest við Tummas Jákup, tað var tað, at vit skiltu hvønn annan so væl. Vit kundu tosa saman um øll ting. Tað er so gott at hava onkran at tosa við, sum skilir teg og kennir teg. Vit høvdu, sum sagt, kenst frá barni av og allan vegin upp eftir. Tað var valla tað ting, sum annar okkara hevði uppliva, sum hin ikki visti av. Og ein kundi líta á Tummas Jákup. Slíkir vinir eru gull verdir. Tí var tað við stórari sorg eg frætti, at vinurin Tummas Jákup var deyður. Eg visti at hann var sjúkur. Umleið eina viku áðrenn hann andaðist fekk hann ein tilburð á arbeiðsplássinum og mátti til hús og varð tá sjúkameldaður. Seinastu ferð hann var inni hjá mær var tveir dagar áðrenn hann andaðist. Tá segði hann seg hava tað betri. Hann tyktist mær annars heldur bleikur, men at hann tá bert hevði tveir dagar eftir av lívinum, vardi meg ikki, og helst ikki nakran annan heldur. So tað vóru sera tung boð og ein hvøkkur at fáa, at hann brádliga var deyður.

Eg hugsið um orðini hjá Harranum úr Fjallaprædikuni, Matt. 5. 9: "Sæl eru tey friðsomu, tí tey skulu verða kallað Guds børn." Tummas Jákup var eitt satt friðarmenniskja, eitt gott menniskja og ikki minst eitt dámligt menniskja. Tað undraði meg tí ikki at sera mong høvdu leita sær í kirkju til jarðarferðina, at heilsa honum eitt seinasta farvæl á foldum.

Má Harrin signa minni um góða vin mín Tummas Jákup Lið.

Sonni Jacobsen