Nú letur Seglloftið upp aftur

Nú verður aftur ljós og lív á Seglloftinum á Tvøroyri, aftaná søguliga staðið lat aftur fyri smáum tveimum mánaðum síðani

 

Síðst í apríl mánað gjørdist greitt, at søguríkastu húsini á Tvøroyri - Pubbin og Seglloftið - lótu aftur. Hetta vóru keðilig tíðindi fyri fleiri suðuroyingar, og tí var vónin allatíð, at virksemið kundi halda fram.

Men nú er vent í holini, tí í kvøld eru tíðindini góð - tað sær nevniliga út til, at ljós og lív aftur verður á gamla Seglloftinum á Havnarlagnum.

Eyðstein Lyngvej, kokkur, boðar í kvøld frá, at hann við Brekkutún Catering fer at hava matvirksemi á Seglloftinum.

- Seglloftið hevur altíð verið eitt spennandi stað at vitja, og soleiðis skal tað eisini vera fram yvir. Hølini eru sera hugnalig, áhugaverd og osa av søgu, sigur Eyðstein Lyngvej.

Hann sigur, at Seglloftið kemur at gera mat bæði innaveggja og uttanveggja, og tað verður samstundis eitt stað, har samkomur, fyrilestrur, hátíðarhald, veitslur og tílíkt kann verða hildið.

Síðan Seglloftið lat aftur síðst í apríl, hevur hølið verið leigað út nakrar ferðir - eitt nú á mentanarnáttini 31. mai.