Nú má fiskimálaráharrin taka høvdið úr sandinum

   

Petur S. Johannessen
FO-900 Vágur
?????????????
Undirritaði hevur fyrr,sett okkara fiskimálaráðharra nakrar relivantar spurningar viðv. uppboðssølu og flutningsstuðli, og hevur undirritaði eisini ført fram í somu grein, at landsstýrið ella landið keypti Fiskamarknað Føroya og optimaliserðaði hetta organ, soleiðis at allur fiskur undir føroyum bleiv landaður og flokkaður í Føroyum, og samstundis bleiv FMF ein non-profit fyritøka, soleiðis at tey bíligu fiskasløgini eisini kundu seljast ella bjóðast út her.
Eg skal í hesum sambandi spyrja, hvat bleiv av kunngerðunum til flutningsstuðilin, tað er átrokandi at fáa at vita hvat landsstýrið ætlar á hesum økinum, og nær?
Alt skuldi verða lagt soleiðis til rættis, at teir stóru fiska keyparirnir uttanlands kundu verða við, tá ið uppboð bleiv og logistikkurin bleiv munandi betraður við dagligum fráferðum til meginlandi, sum tað almenna var við til at menna bæði fíggjarliga og tekniskt, til frama fyri bæði føroyingar og útlendingar fiskakeyparar, og vinnunugreinir annars, men tað er greitt at hetta øki vísir seg ongan áhuga hava hjá fiskimálaráðharranum, kanska tí vitanin um fiskivinnuøkið er minimal, og tí av góðum grundum, ikki kundi svara mær uppá, hvat ætlanin/støðu fiskimálaráðið hevði til hesi bæði mál, sum eru umrødd omanfyri.
Nú meti eg, at fiskimálaráðharrin verður noyddur at siga okkum føroyingum, hvat niðurstøðu fiskimálaráðharrin er komin til, nú arbeiðspláss í fiskaídnaðinum á landi verða flutt til EU hvønn dag, nú verður fiskimálaráðharrin noyddur at taka høvdið úr aftur sandinum og útinna tann setning, sum hoyrir til hansara embætið, nevniliga at finna ta loysnina, sum er best fyri Føroya land, og ikki bert fyri ávís øki í landinum.
Eg meti heldur ikki, at Sambandsflokkurin kann góðtaka, at einki verður gjørt við hesar átrokandi spurningar, og tí er mín áheitan á Sambandsflokkin um at gera nakað við hendan sera stóra trupulleika, og ikki bara lata standa til, sum fiskimálaráharrin ger, tí vinnan á sjógvi/landi hevur eitt natúrligt virkisbúskaparligt áhugamál ella endamál, og ikki eitt samfelagsbúskaparligt áhugamál/endamál, og tí er tað her at politikarir skulu standa sína roynd og gera nakað munagott fyri sína høgu løn, sum er fólkinum og landinum til frama.
Tað er bert at fegnast um, at Skálaberg hevur fingið eina góða avtalu við Marks&Spenser, og at teir hugsa um optimering, hetta skulu teir hava rós fyri, men baksíðan av medaljuni er tann, at um hesi skip kunnu liva við einum lægri liðugtvøru prísi enn hvat flakavinnan í Føroyum kann gera fyri somu vøru, so skjóta vit okkum sjálvi í fótin, og fáa virkini á landi harvið økta kapping frá føroyskum skipum, sum fiska føroyska kvotu, og sum allir føroyingar gjalda nógv fyri, men sera fá fáa ágóðan av, her síggja vit, hvussu trupult tað er, men tað er alneyðugt at finna eina loysn, sum gagnar øllum fólkinum, t. d. kundi tað verði álagt flakatrolarunum at flutt fiskahøvdini til Føroyar til turkingar hesi fara í sjógvin aftur nú, (20-25% er høvd við uggabeini av totalvektini á toskinum), um kvotan er 15 túsund tons eru høvdini 3.750 tons til virkingar og søluvirði turkað er uml. 16,0 mio kr og geva høvdini arbeiði til eini 18 ársverk, so her fara stór virðir fyri skeyti, ella kanska flakatrolarirnir eystanfyri skuldu goldið tilfeingisskatt ella fáa kom-binerða kvotina eystanfyri soleiðis at feskfiskatrolararnir eisini fingu tillutað eina toska kvotu eystanfyri, sum skuldi landast og bjóðast úr í Føroyum, ella at øll kvotan eystanfyri bleiv førd fesk/fryst til Føroyar.
Føroyingar eru førandi á saltfiskamarknaðunum í Spania og Italia og hava tí brúk fyri at fáa tosk støðugt, toskurin er tíverri í minking undir Føroyum, hetta tiltak hevði kanska tryggjað okkum ein støðuga tilgongd, eina leveringstrygd og tryggan marknaðarpart í hesum umrøddu londum, og kundi toskurin eisini verið nýtur til aðrar meirvirkaðar variantar í sortimanginum hjá flakavirkjunum og spjaða til tað í forvegin spinkla skiftisavlopið, sum er í vinnuni á landi, og til síðst, men ikki minst, hevði hetta tiltakið skapt arbeiði til fiskaídnaðin á landi í Føroyum.
Frysta flakið hjá Skála-berg verður uppafturtiðnað og selt sum uppafturtiðnað fesk fløk, hetta kundu vit lættliga gjørt í Føroyum eisini uttan at missa nakað økonomiskt, hetta skuldi kanska blivið eitt krav aftur fyri at hava kvotuna eystanfyri, somuleiðis hevði hetta eisini elvt til økt virksemi og harvið stabilitet, tað, sum um ræður er, at tey rættindi, vit hava, koma tí føroyska fólkinum til frama og ikki sum nevnt fleiri ferðir, bert nøkrum fáum til gagns, eg meti ikki at vit missa nakað økonomiskt av hesi orsøk, heldur tvørturímóti.
Her eru bert nøkur dømi um, hvat kann gerast, men hetta er alt upp til okkara politikarar at taka støðu til, og loysa, tað einasta sum ikki má henda er at politikarir lata standa til, tí teir skulu veljast inn aftur næsta løgtingsval.
Her mugu og skulu nógvir kamelar svølgjast hjá politikarum, og breyðpolitikarirnir mugu støðgast, soleiðis at vit kunnu fáa eina haldbara loysn og ikki sum oftani hendir, koma við eini loysn eingin kann liva við, tí breyð-politikararnir hava fingið alt ónógv fingramerkir á loysnini, og arbeiðast má hart fyri at finna eina loysn, sum er langsiktað, og sum kemur øllum okkum før-oyingum til gagns, og ikki bert nøkrum fáum.
Mín áheitan til serliga sambandstingmenn og ikki minst til formannin Kaj Leo Johannesen, sum kennir alt til hetta økið, og okkara fiskimálaráðharra og samgonguna sum heild, er at gera tað, sum teir eru settir til, nevniliga at finna tær røttu loysnirnar á fiskivinnuøkinum til frama fyri alt føroya fólk, ongantíð óskjótt, og ikki liggja og dvæla á málum, sum eru sera følsom, eg endirtaki, tað er tí tit politikarir sita í tykkara sessum, at finna semjir, sum enda við haldbarum loysnum, tað krevur at hava bein í nøsini fyri at finna haldbarar loysnir, og ikki er tað lætt, men tað kann ikki góðtakast at koma við eini avlagari loysn á fiskivinnuøkinum, tað hava vit als ikki ráð til í Føroyum, herundir markn-aðaratgongd sum er heilt út av lagi vánalig, kvotir/loft, handils/toll-avtalur osv??, her má landsstýrið seta nógva orku inn fyri at vit kunnu røkka fleiri marknaðum og beina forðingar burtur, so vinnan á landi kann menna seg og økja sítt úrval av vørum/variantum, her er næstan einki gjørt, og má hetta fáa ein upp prioritering, her burdi vinnan verði hoyrd, hvat hon heldur er mest átrokandi at fáa loyst, so her er nógv at taka fat uppá.
Til síðst skal eg siga at tað er spell at vit ikki hava eitt havransóknarskip, sum hevur fabrikk umborð, góða maskinorku og góð spøl (Heyðadrangur hevði verið góður til hetta) so at vit kunnu gagnnýta alt okkara tilfeingi á føroyskum øki, vit vita ikki hvat tilfeingið er í føroyskum sjógvi, og kann hetta skip finna nýggj fiskasløg, nýggjar leiðir og framleiðsluhættir, samt marknaðir, til gagns fyri skip og flakavinnuna á landi, hetta hava vit harliga brúk fyri.
Reiðaríir og flakavinnan hava ikki fíggjarliga orku til tess, hetta er ein uppløgd uppgáva hjá landsstyrinum, at finna útav hvat tilfeingi er undir Føroyum, og kanna um tað kann umsetast til vinnulig endamál.

P.S. Kanska fiskimálaráðharrin greiður okkum føroyingum, hvørja støðu hann hevur til ta, sum borið er fram omanfyri - hesuferð - ???