Í løtuni eru 11 næmingar og tveir leiðarar á Glasi í sjálvbodnum sóttarhaldi.Tey vóru farin til Portugáls á námsferð, men, nú vandin fyri corona-smittuni brádliga vaks so nógv, vórðu tey øll heimkallað aftur í skundi.
Tey komu til Føroyar í gjárkvøldið og tey hava tað øll gott.
Steinbjørn Hardlei, rektari sigur, at ein av næmingunum føldi seg illa fyri, og setti seg í sambandi við læknan, men læknin metti ikki, at nakar vandi var fyri at smittu.
Seinni í gjárkvøldið føldi eisini ein annar næmingur seg eisini illa, men hann fekk ongantíð sambandi við læknavaktina, tí øll skipanin var ovbyrjað.
– Avtalan er so, at hann skuldi seta seg í sambandi við kommunulæknan í morgun og til ein niðurstøða er komin í tí førinum, havi eg avtalað við teir 11 næmingarnar, og teir báðar leiðararnar, at tey halda seg heima í sjálvbodnum sóttarhaldi, sigur Steinbjørn Hardlei.
Hann sigur annars í samráð við Mentamálaráðið er skúlagongd á Glasi sum vant, men koma onnur boð frá myndugleikunum, verða tey sjálvandi tikin til eftirtektar.
Rektarin heldur, at tað er ikki ósannlíkt, at boð fara at koma um at avmarka undirvísingina, ella at lata skúlan aftur, men tað hava tey fyrireikað seg upp á.
– Hesar seinastu dagarnar hava vit fyrireikað okkum upp á eina skipan við fjarundirvísing til næmingarnar. Tøkniliga eru vit til reiðar, nú eru bara onkrar mannagongdir eftir, sum skulu leggjast til rættis.
Men fyrst í næstu viku eru tey til reiðar við fjarundirvísing, sigur hann.