Nú mugu tit also taka tykkum saman á Sosialinum

Eg hvakk ikki sørt við týskvøldið, tá Útvarpið ringdi til mín og vildi hava at vita, hvat lá í yvirskriftini á forsíðuni og inni í blaðnum fyri í gjár. ?Javnaðaðarflokkurin við í fullveldismálinum? ljóðaði yvirskriftin, og henda hevði sjálvandi vakt forvitnið hjá útvarpsmanninum.

Eg hevði eina samrøðu við blaðmannin, og eg fekk greinina til gjøgnumlestur, áðrenn hon varð prentað. Og hon var í lagi. Millum okkum báðar var eingin miskiljing.

M. a. førdi eg fram um hesar báðar fundirnar, sum hava verið millum landsstýrið og Javnaðarflokkin:


?Møguleikin fyri at vit kunnu vera við í einum uppleggið til samráðingar er ikki útlokaður. (So leingi seinasti fundur ikki hevur verið, so er ikki siðvenja at skera bondini av)


?Partarnir skilja betur støðuna hjá hvørjum øðrum. (Skilja retorikkin hjá hvørjum øðrum)


?Landsstýrið veit, hvar vit standa, og vit vita, hvar teir standa. (Vøllurin er kritaður upp)


?Vit hava ikki útvekslað nakað skrivligt tilfar millum partarnar.


?Verður talan um eina skipan í einum felagsskapi (við Danmark), so eru møguleikarnar til staðar.


?Verður talan um eina skipan uttan fyri ein felagsskap (við Danmark), so eru vit ikki við longur.


?Fundirnir hava verið góðir


?Vit hava als onga tilsøgn givið um nakað sum helst


?Vit bíða eftir fundarboðum

Hvussu Sosialurin út frá slíkari samrøðu kann fáa seg til at gera slíka yvirskrift á bæði samrøðuni og á forsíðuni, tað skulu Gudarnir vita, men tað er als einki samband millum yvirskrift og innihald.

Slíkur journalistikkur er júst ikki álitisskapandi.


Jóannes Eidesgaard