Seinasta vikuskiftið vunnu kvinnurnar hjá Mjølni sær oddasessin, sum tær so at siga hava havt patent uppá, aftur. Dysturin móti Fleyr vísti, at tá Mjølnir spælir fyri fullari styrki, er torført at gera nakað við tær.
Hesaferð skulu klaksvíksdamurnar yvir um fjørðin at hitta ÍF, og tað kann gott fara at gerast ein spennandi dystur. ÍF gjørdi seinasta vikuskiftið av við TB í einum sera spennandi dysti, og hóast ein við fyrsta eygnabrá hevur hug at geva Mjølnir allan fyrimunin, so er ikki vist, at so verður.
ÍF hevur fleiri góðar spælarar, sum saktans kunnu vera við til at avgera ein dyst. Um tær klára tað hetta vikuskiftið er so ein annar spurningur.
Mjølnir er aftur við fulla styrki, nú Tove er komin afturíaftur, og tað hevur sín týdning, sjálvsagt.
Fleyr skal
reisa seg aftur
Fleyr tekur sunnudagin móti Drátti, sum annars hevur fingið eina skiftandi byrjan. Tær hava bæði vunnið og tapt, og spurningurin er hvussu stórar vónir tær skulu hava til árið í ár.
Fleiri nýggir leikarar eru við fyri fyrstu ferð, og tí er ikki altíð so lætt at fáa spælið at koyra sum tað eigur.
Hjá Fleyr harafturímóti skal skútan vendast uppaftur frá seinasta vikuskiftið tá tær fingu ein syngjandi bakkalúðara frá Mjølni í toppdystinum í Klaksvík.
Genturnar hava vant síðani tað, og tær hava av álvara nakað at vísa sær sjálvum og áskoðarunum.
Toppurin í Havn
Hjá monnunum skulu sørvingar til Havnar at royna at taka stig frá Fram. Liðini liggja ávikavist á triðja og øðrum plássi, og tí er talan um ein rættiliga spennandi dyst.
Sørvingarnir hava í ár fingið eina heilt aðra byrjan upp á kappingarári enn í fjør, og tað sæst aftur í tveimum sigrum. Í løtuni røkkur tað til triðja pláss, men um tað fer at halda tá árið er av, ynskja fleiri at hava eitt orð at siga um.
Sørvingarnir hava møguleika at taka stig frá Fram, sum ikki hevur fulla styrki í ár, og sum eisini hevur verið nógv plága av skaðum. Verður Rúni ikki við á kantinum hjá Fram, so kann dysturin gerast meira spennandi enn Fram nakrantíð hevði hugsað sær.
Ilic út at ferðast
Fyri tveimum vikum síðani spældi nýggi venjarin hjá Mjølni í føroysku landskappingini á fyrsta sinni. Dysturin var móti SÍ, og hóast hann ikki var nøgdur við avrikið hjá sínum liði, so vunnu teir kortini dystin.
Seinasta vikuskiftið vísti Ilic rættiliga hvønn týdning, hann kann fáa fyri Mjølnir tá liðið verður samanspælt, og tað var um reppið, at teir koppaðu Fleyr í fyrra hálvleiki.
Men júst seinni hálvleikur vísti hvussu neyðugt tað er at hava breiddina í spælinum, soleiðis, at ikki alt fer um tann eina leikaran, heilt einfalt tí, at hann verður koyrdur niður.
Tað var endin av dystinum í Klaksvík, og tí eiga klaksvíkingar at brúka dystin á Kambsdali til júst at finna rætta spælblandi.
ÍF harafturímóti hevur tað torført í ár, hóast fleiri góðir leikarar eru eftir á liðnum, sum vann meistaraheitið í fjør.
Tað er neyvan sannlíkt, at teir fara at taka stig frá Mjølnir, men fyri tað kann talan saktans vera um ein spennandi dyst.