Nú skal vakrasta gentan í Sandoynni finnast

Leygarkvøldið verður Miss Sandoy kapping. Seinni verða eisini kappingar aðrastaðni í landinum

Vakurleikakapping

Sandoy: Nú skal vakrasta gentan í Sandoynni finnast.
Leygarkvøldið verður Miss Sandoy kapping í Virkinum heima á Sandi, har kappast verður um heiðurin at verða vakrasta genta í sandoynni.
Tað er ítróttarfelagið ?Muaythai Faroes?, sum skipar fyri.
Hetta er eitt felag, sum tvøramaðurin, Bjarni Hammer hevur stovnað við tí endamálið at íðka hendan sermerkta ítrótti, sum eitur kickboxing í Føroyum.
Og endamálið við hesum vakurleikakappingunum er at styrkja felagið fíggjarliga, so at hetta slagi av ítrótti so við og við kann breiða seg um landið so við og við.
Allar genturnar, sum eru við í kappingini fáa eitt diplom sum prógv um, at tær hava verið við. Men Nummar eitt fær eisini eina virðisløn upp á 1.000 krónur, nummar tvey fær 600 krónur í virðisløn og nummar trý fær 400 krónur.
Plakatir hanga uppi ymsastaðni í Sandoy, har sagt verður frá, hvar tað ber til at melda til kappingina.
Tað verður Johan í Kollafirði, sum annars fer at undirhalda og at standa fyri kappingini á pallinum og aftaná fer hann at spæla til dans, men DJ Hustler fer eisini at leggja plátur á.
Tað verða áskoðararnir, sum døma, men eitt serstakr dómaraborð við umboðum fyri fyrireikararnar fer eisini at hava eitt orð at siga.
Ein kapping hevur verið áður, hon var í Suðuroy, har Rebekka Lisberg úr Sumba fekk heitið Miss Suðuroy?.
Tann kappingin eydnaðist avbera væl, tí har var bæði heilt nógv fólk og lagið av avbera gott.
Ætlanin er nú at hava fleiri kappingar kring landið og ætlanin er eisini at enda við eini landsfinalu einaferð seinni.
Næsta vikuskiftið, 24. mai, verður kapping í Miðvági, tá ið vakrasta vágagella n skal finnast.