Nú skulu øll til Havnar at taka koyrikort

Tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri virksemð hjá Akstovuni, at Løgtingið ikki vildi játta henni meiri pening í gjár. Í summar boðaði Akstovan landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Anniku Olsen, frá, at tørvur var á eini eykajáttan uppá 900.000 krónur, tí at inntøkurnar verða eitt slægri enn mett og tí at ymiskar óvæntaðar útreiðslur hava verið.

Men Løgtingið vildi ikki ganga eini umbøn um eykajáttan á møti.

Akstovan hevur gjørt greitt, at avleiðingin av hesum verður, at restina av árinum verða bilar bert sýnaðir í Havn, á Glyvrum og á Drelnesi.

Samstundis skulu øll til Havnar at at fara upp til koyriroyndina, bæði teori og koyring.

Tað merkir so eisini, at Akstovan í Klaksvík verður niðurløgd.

Manglandi játtanin til Akstovuna fær eisini aðrar avleiðingar. Herfyri vórðu fýra fólk søgd úr starvi. Men sparingarnar fara eisini at føra við sær, at færri bilar fara at vera sýnaðir, bíðitíðirnar at sleppa til sýn við bilinum og at sleppa upp til koyrikort, fara at økjast munandi.

Harafturat má roknast við longri avgreiðslutíðum, tá ið bilar skulu skrásetast, eins og tænastustigið sum heild versnar.