Nú sleppa kollfirðingar aftur at byggja sær hús

Tórshavnar Kommuna hevur nú samtykt at selja fleiri grundstykki mitt í Kollafirði

Nú sleppa kollfirðingar loksins aftur at byggja sethús í bygdini.

 

Tað er langt síðani, at kommunan hevur havt grundstykki í bygdini, men nú verður farið undir at stykkja 22 grundstykki út í Hamrabøi mitt í Kollafirði.

 

Hetta hevur verið ein ógvuliga umstrídd útstykking, men nú er tað so endaliga samtykt at fara undir hana og um eitt hálvt ár er stykkini byggibúgvin.

 

Tað elvdi til stóra ósemja í býráðnum um hesi stykkini tá ið meirilutin gjørdi av at selja stykkini munandi bíligari enn onnur grundstykki í Havn verða seld fyri.

 

Meirilutin stúrdi fyri, at annars sluppu tey ikki av við stykkini, tí «eingin fer at keypa grundstykki í Kollafirði fyri eina hálva millión«, sum tey málbóru seg. Og tískil varð prísurin settur niður í at kalla helvt, sum tey mettu var marknaðarprísurin á grundstykkjum í Kollafirði.

 

Men í minnilutanum í býráðnum vóru tey so ónøgd við, at prísurin varð lækkaður, at tey klagaðu meirilutan fyri Kommunala eftirlitinum. Tey tvíhildu um at tað var ólógligt at lækka prísin, tí kommunan kann ikki gera mismum á borgarunum. og sostatt kunnu summi ikki fáa sersømdir, tá ið tey keyptu grundstykki. 

 

Men tey fingu einki burtur úr klaguni, tí Kommunala eftirlitið gav meirilutanum í býráðnum viðhald í, at prísurin kundi setast niður, í eini roynd at sleppa av við grundstykkini. Og nú vísur seg, at tað er stórur áhugi fyri stykkinum, sigur meirilutin í býráðnum.

 

Ætlanin var at bjóða tey 22 grundstykkini út í tveimum umførum. Men áhugin fyri teimum er vorðin so stórur, at býráðið hevur nú samtykt at selja øll ísenn. 

 

Býráðið sigur eisini, at 11 fólk standa á bíðilistanum eftir grundstykkjum, og í fyrstu syftu verða tey við í lutakastinum um grundstykki. Men harafturat hava fleiri onnur, sum ikki er á bíðlistanum boða frá, at tey vilja eisini verða við lutakastinum.

 

Og stykkini, sum eru eftir, tá ið tey bíðilistin er avgreiddur, verða so drigin í einum almennum lutakasti, har øll kunnu melda seg til.

 

Og sostatt verður hildið fast um aðalregluna um, at stykkini verða útlutað við lutakasti, og at allir verandi, og komandi borgarar, verða javntstillaðir, sigur umsitingin í býráðnum. 

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at útstykkingin í Kollafirði verður avgreitt nú. Men hann heldur kortini, at tað leypir í eyguni, at býráðið selur grundstykki á Dánjalstrøð fyri 1,1 millión, men selur grundstykki í Kollafirði fyri eit brotpart av tí. Og hann vildi hava at vita, hvat meirilutin í býráðnum helt um tað.

Men á býráðsfundinum, har málið varð viðgjørt, fekk hann einki svar upp á tann spurningin. Og tá ið avtornaði varð tað kortini einmælt samtykt at selja grundstykkini í Kollafirði.