Ungir íverksetarar úr Suðuroynni hava stovnað fyritøkuna Aurora Water. Teir selja nú kenda vatnið úr kelduni í Lopra.
Tað eru brøðurini, Bergur og Brian Nolsøe, ið eru ávíkavist 23 og 29 ára gamlir, sum saman við mammubeiggja teirra, John Midjord, ið eiga og reka fyritøkuna. Teir eiga ein triðing hvør. Bergur Nolsøe er stjóri.
Longu í 2000 søkti John Midjord um loyvi at sleppa at nýta vatnið úr kelduni í Lopra, men fekk tá noktandi svar. Nú, næstan 20 ár seinni, er dreymurin vorðin veruleiki.
Aurora Water varð sett á stovn í 2016. Í september 2017 fingu teir loyvi at gagnýta 10% av vatninum, ið rennur úr kelduni í Sumbiarbergholinum.
Eftir at hava gjørt ymsar kanningar, hvussu teir á bestan hátt skulu selja vatnið úr kelduni í Lopra, hava teir valt at leiga vatnkølarar út við 19 litur dunkum við vatn úr kelduni í Sumbiarbergholinum.
- Vatnið úr kelduni í Lopra hevur eitt óvanliga høgt Ph-virði á 8,1, og er hetta væl hægri enn flestu av heimsins størstu vatnveitarum hava. Vatnið er sera gott fyri tey, ið íðka nógv, men eisini fyri onnur. Ongi evnafrøðilig evni eru latin í vatnið, tað er heilsugott og smakkar sera væl, siga eigararnir, sum eisini lata væl at søluni.
- Kundar siga, at tey drekka tríggjar ferðir so nógv vatn, aftaná at tey hava fingið kølara, siga teir.