Hóast tað eru nakrir bilar í Føroyum, sum er um sama aldur sum hesin, eru teir flestu innfluttir sum brúktir sum ellisakfør. Tað er sera sjáldsamt, at ein bilur um hendan aldur er keyptur sum nýggjur her og hevur havt somu nummarplátu alla tíðina.
Á forsíðuni á donskum bilblaði frá 1966 var ein mynd av nýggja Volvo 144, sum var ávegis til Danmarkar. Men har var viðmerkt, at hann var ikki søluvøra enn. Samstundis sum vit lósu hetta, kundu vit síggja ein myrkabláan Volvo 144 hjá Emil Juul Thomsen koyra í Havnargøtum.
##med2##
##med3##
Nógv varð tosað millum fólk um hendan bilin, tí fá vistu, hvat merki hann var. Hann líktist so avgjørt ikki teimum Volvo, tey vóru von at síggja sum t. d. Amazon og PV. Bilurin var stórur og rúmligur, eins og hann hevði nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t. d. dupult bremsusystem og skivubremsur framman og aftan.
Orsøkin til at hesin bilur kom higar so skjótt, var at í Volvo í Danmark hevði sent hann sum framsýningarbil til Alfred Johannesen, sum tá var Volvo umboð í Føroyum.
##med4##
##med5##
Emil Thomsen hevði bíðað eftir einum øðrum Volvo bili, sum ikki var komin fram. Tí fekk hann so tann fyrsta Volvo 144.
Tað eru fleiri sum halda, at tá talan er um ein so gamlan bil, hevur nummarplátan ofta meira virði enn sjálvur bilurin. Serliga tá tað er tann upprunaliga. Møguliga er nakað um tað, men einaferð var tann fremra nummarplátan blivin burtur í longri tíð. Til alla lukku hevði onkur funnið hana og lagt hana inn á politistøðina. Teir fingu síðan eigarunum hana aftur. Um nummarplátan ikki bleiv funnin, mátti hann fingið nýggjar við øðrum tølum.
Bilurin er fyrstu ferð skrásettur tann 25. oktober í 1966 og kostaði tá um 26.000 krónur.
Sína fyrstu høvuðsumvæling fekk hann í 1982, tá hann var 16 ára gamal. Seinni keypti Andrias Berg í Havn bilin, sum hann aftur setti í stand og lakkeraði. Andrias gjørdi nógv við bilin, hann skifti t. d. hurðar og setur og sveisaði annars tað sum trongdi til. Bilurin nærkast nú 60 árum og sær gott út.
Petur og Torfinnur hava altíð havt stóran áhuga fyri bilum og dáma væl at skrúva. Ein so gamal bilur krevur onkuntíð ábøtur. Teir hava t.d. skift motor og differentialið umframt aðrar umvælingar av undirvogninum. Teir eru limir í Fuglafjarðar Ellisakfør og eiga eisini ein Toyota Crown frá 1971.
Volvo 144 vóru framleiddir frá 1966 til 1974, tá teir vórðu avloystir av Volvo 244.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##