Nú tann stundin koma má...

Neyvan nakrantíð áður hevur føroyskur politikkur verið so beinharður borgarligur sum við sitandi samgongu, og Thatcher og Reagan høvdu uttan iva bliknað í einari samanbering. Viðhaldsfólk eru sum vera man sera nøgd við førda politikkin, meðan øll onnur eru rúkandi ósamd.
Vit mugu kortini staðfesta, at tað er demokratiski rætturin hjá samgonguni at stýra landinum, so leingi hon hevur ein meiriluta. Gaman í kunnu vit kjakast um, um allar góðar demokratiskar reglur eru fylgdar, men rættin at stýra eigur meirilutin.
Meira áhugaverdi spurningurin er nú, hvat hetta eigur at føra við sær til eitt komandi løgtingsval? Hvat er førdi politikkurin ein innbjóðing til?

­Jóannes Eidesgaard
-----------

Blokkpolitikkur
Av og á hevur verið frammi í kjak­in­um, at vit eisini í Føroyum áttu at havt ein greiðari polit­isk­­an pall, har valið antin stend­ur ímillum ein borgarligan høgra­vendan poli­tikk ella ein meira sosialan og sam­halds­fastan vinstra­­vendan pol­itikk. Hetta vildi givið veljaran­um ein møgu­leika at valt ítøki­ligan poli­tikk heldur enn meira ella minni tóm vallyftir.

Hetta er tað, sum er galdandi í øll­um londum rundan um okkum, har tey hava ein væl defineraðan reyðan og bláan blokk. Í flestu londum er polikkurin, sum blokk­urin ætlar at reka, lagdur fram fyri valið, so veljarin veit, hvat hann kann vænta sær. Enntá er spurn­ingurin um, hvør skal verða forsætismálaráðharri avgreiddur fyri valið. Reyði blokkur hevur sítt boð og blái sítt.

Men tíverri er hesin møguleiki ongantíð royndur her hjá okkum. Hvørja ferð málið hevur verið uppi og vent, so er tað skotið niðuraftur av, at vit fyrst mugu fáa avgreitt meira enn hundrað ára gamla ríkis­­rættarliga málið. Viðurskiftini við Danmark hava verið forðingin, og nógv halda, at fyrst má tað loysast so ella so, áðrenn tíðin er búgvin til traditionellan vinstra/høgra politikk.

Fløkta politiska landslagið
Tað er ein sannroynd, at okkara ríkisrættarliga støða ger málið um blokkpolitikk gruggut. Tað, sum savnar í ríkisrættarliga spurn­ingin, spjaðir hin vegin í spurn­ingin um vinstra ella høgra. Hyggja vit at teimum fýra stóru flokk­unum, so hava vit tveir meiri og minni sjálvstýris­flokkar, har annar er vinstra­vendur og hin sera høgra­vendur. Síðan hava vit tveir heimastýrisflokkar, har annar er sosial­demokratiskur, meðan hin, sum nú er, er sera borgarligur. Smáu flokkarnir, sum ivaleyst allir eru meira ella minni sjálstýris­sinnaðir, stuðla, tá sæð verður burtur frá Framsókn, borgaliga politikkinum við lív og sál.

Skulu vit framhaldandi bíða
Vit mugu ásanna, at førdi politikkurin í dag hevur lítið ella als einki við ríkisrættarligu støðuna at gera. Hon fær frið at liggja. Í staðin hevur samgongan sett fullan stim undir borgarligu ketlarnar. Andstøðan er sum vera man rættiliga ørkymlað, tí hon fær ikki eitt bein til jørðina, og hon upplivir eitt “Deja vu” av Thatcher og Reagan í fleirfeldaðum potensi. Ikki tí, andstøðan ger eitt rímiliga gott arbeiði og roynir av øllum alvi at standa ímóti, men meira hon stríðist, sterkari og náðileysari stendur borgarliga hermótið. Tað var ikki av ongum, at Newton gamli kom til staðfestingina, at trýst elvir til móttrýst.

Tó er tað sera áhugavert at eygleiða, hvussu væl økonomiski politikkurin og politikkurin annars kann binda saman. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin og eisini Framsókn virka í flestu málum sum ein og sami flokkur, meðan í hinum borðinum eru Sambandið og Fólkaflokkurin sum eitt. Onkur helt speiskliga fyri, at nú var Sam­bands­flokkurin ættleiddur av Fólka­flokkinum og lat honum upp í hendi at stýra øllum.

Men summa summarum er, at her síggjast týðiliga tvey makkarapør – eitt til vinstru og eitt til høgru.

Setið tykkum niður og gerið alternativið
Eg haldi, at tíðin er komin til eitt veruligt vinstravent alternativ til førda politikkin. Vit kunnu ikki longur skjóta okkum undir, at ríkisrættarliga málið fyrst má avgreiðast, áðrenn vit kunnu standa saman ímoti borgaligu óløgunum. Gera vit ikki okkurt nú, so kann tað gerast ov seint.
Stóri spurningurin er nevniliga, um hetta landið tolir enn eitt val­skeið við so náðileysum borga­lig­um politikki. Upptakið gerst næstan ógjørligt, meira tíð gongur.

Mín áheitan er tí á Aksel og Høgna, at tit nú taka stig til ein reyð­an blokk, sum við einum ítøki­­ligum poli­tikki bjóðar seg fram. Bláa blokkur hevur sagt, hvat hann vil, tað kenna vit tíverri alt ov væl til longu nú, og enn er nógv eftir av val­skeiðnum, so vit fara iva­­leyst at fáa meira av somu skuffu.

Rættast er, at ein komandi reyð­ur blokkur setur seg niður og leggur eina ítøkiliga skrá fyri eitt komandi valskeið. Fortel velj­aranum, hvat hann fær, um hann velur til vinstru. Ger eina arbeiðs­skrá fyri eitt valskeið, sum ítøki­liga sigur, hvat skal henda við t.d. málum sum fiski­vinnu­politikkinum, skattapolitikkinum, mentanar­politikkinum, heilsu­politikkinum o.s.fr.

Hetta krevur so, at Tjóðveldi tónar sítt hjartamál um loysing niður, og hetta krevur so eisini, at Javnaðarflokkurin ikki er ov smá­sárur í ríkisrættarliga málinum. Landið hevur brúk fyri hesum, og eg síggi tað sum tykkara skyldu nú at standa fram sum eitt veruligt alternativ.

Valið skal standa millum reyðan og bláan blokk
Tá valið einaferð kemur, so má tað standa veljaranum púra greitt, at reyði blokkur er ein komandi samgonga, um hesin vinnur valið, og at blái blokkur er ein samgonga, um hesin hin vegin endurvinnur meirilutan. Tá eru vit erlig yvir fyri okkum sjálvum og ikki minst yvir fyri veljaranum.

Reyði blokkur hevur sum funda­ment Javnaðarflokkin og Tjóð­veldi, meðan blái blokkur sum funda­ment hevur Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Smærru flokkarnir mugu so finna út av, hvar teir hoyra heima. Men eg vildu trúð, at serliga Miðflokkurin og kanska eisini Framsókn hoyra til ein reyðan blokk. Sjálv­stýris­flokkurin er kanska verri at plasera, men hann plagdi nú at laga seg eftir umstøðunum.

Eg eri tíverri stórliga bangin fyri, at Sambandsflokkurin í dag er meira borgarligur enn gott er, og líkt er til, at flokkurin heilt hevur mist sítt sosialt liberala innihald, sum eitt nú Lisbeth L. Petersen stóð fyri. Nær Sambandið vendir aftur á gomlu slóðina er ilt at vita. Við verandi oddamonnum er lítið ella einki, sum bendir á tað. Skuldi tað kortini hent, so ongantíð betur.
Um vit koma so langt, at vit eisini kunnu siga, hvør skal verða løg­maður, um reyði blokkur vinnur, ella hvør skal verða løg­maður, um blái blokkur vinnur, tað hevði sjálvandi verið áhugavert, men er kanska í so nógv at krevja í einum.

Hetta krevur politiskt stórsinni og format
Eingin ivi er um, at Kaj Leo og Jørgin eru makkarar í dag, og tað er alt, sum bendir á, at so verður eisini framyvir. Tí er tað ein skylda hjá Akseli og Høgna at leggja ráð saman og at bjóða seg fram sum alternativið.

Hetta krevur nógv av tykkum. Tí tá er tað ikki flokspoltikkurin, men blokkpolitikkurin, sum skal á skrá. Tað krevur samstundis, at ríkisrættarliga stríðsøksin verður grivin niður eina tíð, men so leingi, tit vita, hvar hon er grivin, so kann hon altíð gravast framaftur.

Politiska stórsinni má vinna, og so mugu tit taka “time-out” í øðrum eymum málum. Hetta er tað okkara landi tørvar mest av øllum beint nú. Hetta er tykkara ábyrgd nú, Aksel og Høgni.

Nú tann stundin komin má, at føroyskur politikkur tónar reint flagg – reytt ella blátt og einki harímillum.