Teir seinastu fýra mánaðarnar hevur eldur verið í trimum íbúðarhúsum í París, og tað hevur kostað 38 børnum og 10 vaksnum lívið.
Kortini hava teir fronsku politikararnir ikki tikið málið upp fyrr enn nú. Nicolas Sarkozy, innanríkisráðharri, segði í gjár, ikki færri enn 976 íbúðarhús í París eru ónýtilig, og hann mælti til, at øll húsini verða stongd eina ferð med alla. Men hann segði einki um, hvussu myndugleikarnir ætla at hýsa teimum, sum so verða heimleys. Sambært blaðnum Libération eru 80 prosent av teimum ónýtiligu húsunum í landnyrðingspartinum av París, sum eisini er tann fátæki parturin av franska høvuðsstaðnum.
At kalla øll, sum hava latið lív í eldsbrununum í París, vóru fátækir innflytarar úr ymsum afrikonskum londum, og Jacques Chirac, forseti, hevur sagt, at hvør einasti eldsbruni skal kannast til botns.