Fólkið var av tí mesta á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.Av teimum 40 feløgunum, sum eru limir í Landsins størsta Fakfelagi, høvdu tey 36 sent umboð til aðalfundin, sum varð settur fríggjamorgunin klokkan 10 og helt fram allan dagin, til hann varð niðurlagdur um fimm tíðina. Men veðrið var av tí ringa og tað var orsøkin til at í hvussu so er okkurt felag ikki fekk møtt, tí tað var ikki tespuligt at fara til Havnar fríggjadagin, helst hjá teimum, sum skuldi sigla.
Klokkan 10 leygarmorgunin varð aðalfundurin tikin uppaftur og hann helt á, líka til klokkan trý, tá ið ein vælnøgdur formaður takkaði fundarfólkinum fyri ein góðan og siðiligan fund.
Tilsamans høvdu tey 36 feløgini sent eini 130 umboð til aðalfundin, og tað er av tí nógva.
Men at framburður er í landinum, sæst eisini í talinum av arbeiðsfólki, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Øll tey 40 lokalu verkamannafeløgini, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, høvdu tilsamans 6.237 limir á nýggjárinum. Í 1998 høvdu tey 5.824 limir, sostatt eru 413 limir fleiri í Føroya arbeiðarafelag nú, enn tað vóru fyri einum ári síðani.
Feløgini, sum ikki vóru umboðað á fundinum hesuferð, vóru feløgini í Nólsoy, Hvalvík, Fámjin og Drósan á Tvøroyri.
Tveir nýggir limir
Á fundinum vóru nakrar lógarbroytingar gjørdar, men tær vóru mest av tekniskum slag og koma ikki at ávirka viðurskiftini hjá tí einstaka liminum.
Men tað komu eisini tveir nýggir limir í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag.
Fýra nevndarlimir stóðu fyri afturvali: Símun Abrahamsen í Fuglafirði, Tana Kallsoy av Eiði, Marius Clementsen av Sandi og Georg Hansen úr Miðvági.
Tana Kallsoy boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali, tí nú var hon komin so mikið
upp í árini at hon helt, at onkur annar átti at sleppa framat.
Marius Clementsen og Georg Hansen vóru afturvaldir, men nývaldir í stjórina vóru Margretha Rasmussen úr Fuglafirði og Leila Zachariassen úr Havn, formaður í S & K.
Næstformaðurin, Elias Hansen av Skála stóð eisini fyri vali, og hann varð eisini afturvaldur.
Stjórnin í Føroya Arbeiðarfelag er sostatt soleiðis mannað nú: Ingeborg Vinther, formaður, Elias Hansen, næstformaður, Georg Hansen, Marius Clementsen, Leila Zachariassen, Margretha Rasmussen og Kári Jacobsen, hann er úr Vági.
Tiltakslimir eru nú Jógvan Heinesen úr Lorvík og Harry Benjaminssen úr Fuglafirði, sum báðir eru nývaldir og Karla Einarsson úr Runavík, sum er afturvald.