Nýtt gamalt skip kom til Klaksvíkar

Týsmorgunin kom Pison aftur til Klaksvíkar sum nýggjur eftir at hava verið til umfatandi umvælingar í Hirtshals

Klaksvík:
Tað var ein stásilig sjón at síggja Pison koma siglandi inn eftir vágni í Klaksvík týsmorgunin.
Angin av nýggjari máling kendist langa leið frá skipinum, tá ein kom gangandi oman móti keiini við bedingina í Klaksvík, har hann legði at týsmorgunin.
- So at siga alt er skift út, sigur Torleif Sigurðsson.
Herfyri tosaði Sosialurin við Petur Eliassen, skipari, sum tá var staddur í Hirtshals. Og hann segði, at um hann ikki visti, at tað var Pison, so hevði hann ikki kent hann aftur.
Og sigast má, at hann tók ikki munnin ov fullan. Tí skipið er sum hamskift.
Millum annað hevur Pison fingið nýggja brúgv, har øll útgerð er skift út, og eru viðurskiftini umborð soleiðis broytt nú, at manningin kemur bert at halda til har afturi í skipinum.
Nú verður skipið so riggað til at fara sín fyrsta túr eftir umvælingina, og Torleif sigur, at tað verður farið so skjótt, alt er klárt.
Tað eru 14 mans við Pison.