Í dag er nýtt sjónbandalag við unga tónleikaranum Beinir kunngjørt. Beinir Troest Rasmussen hevur seinastu tíðina verið í upptøkuhølunum og gevur út fløgu í næstum, og hevur í dag avdúkað eitt sjónbandalag til lagið Sápubløðran.
Tað eru tey bæði Sasho Bjartsson og Gunn Reginsdóttir Joensen, sum hava framleitt sjónbandalagið.
Beinir hevur annars útgávukonsert í Løkshøll leygarkvøldið 1. juli klokkan 18.00. Við á konsertini vera royndir menn sum James Olsen, Kim Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Hjalti Joensen.
Sí sjónbandalagið á leinkjuni niðanfyri.
Mynd: skermprent úr sjónbandalagnum