Nýtt ísvirki í Klaksvík

Á býráðsfundi týskvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð at ganga eini umsókn frá vinnulívsmonnum um øki til eitt møguligt ísvirki á møti

 
Týskvøldið hevði Klaksvíkar Býráð almennan fund. Millum tey 10 málini, ið stóðu á dagsskránni, var umbøn um øki til ísvirki.
Í viðmerkingunum til málið stendur m.a: ?Peikað verður á økið norðanfyri Kósina. Umráðandi er, at ein bygging her ikki er til bága fyri ein møguliga komandi fjøruveg frá nevnda øki og norður á Grótrætt, og at byggingin ikki er til bága fyri virkini í økinum.
Umsitingin hevur spurt seg fyri hjá ráðgeva, hvat ein pierur við eini smábátahavn kostar at gera norðanfyri verandi kaj, har eitt møguligt ísvirki so kundi ligið. Sí hjálagda uppskot frá umsitingini um plasering við atliti til víðkaða havnalagið.
Havnanevndin mælir til at játta økið, men at lendingin/pierurin má gerast fyri minni kostnað. Møgulig neyvari plasering verður at gera av umsitingini.?

Stórt ístrot

Torleif Sigurðsson, vísti á, at ístrot til skipini í langa tíð hevði verið ein trupulleiki í Klaksvík.
Hann legði eisini dent á, at kapping og fríar marknaðarkreftir eru  neyðugar, skal keyparin fáa eina bíligari vøru.
Jógvan Lutzen, sum møtti fyri Jógvan við Keldu, tók eisini orðið. Hann segði, at málið hevði fingið alt ov lítla viðgerð og var eftir hansara tykki ein píningur.
Allir vita, at útnyrðingur er brimætt á Kósini, og tí fer einki skip at leggja til har á tí ættini, verður ikki ein nóg góður pierur, sum lívir fyri ættini, bygdur har.
Borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, segði, at Klaksvíkin hevur ikki ráð at missa nakað; tí er neyðugt at geva vinnuni góðar arbeiðsumstøður.