Nýtt videolag frá SIC á Miðlahúsloftinum

Fyrr í mánaðinum kom eitt nýtt videolag frá hardcore rokkarunum SIC.

 

?To Dare To Risk To Regret? er heiti á nýggja, men tó gamla videolagnum frá SIC.

 

Videolagið var upptikið á ovasta lofti í Miðlahúsinum í Vágsbotni, nýttársaftan 2007. Í dag heldur Rás 2 til á loftinum.

 

?Hetta er næsta videolagið frá SIC. Og hevur verið sera væl móttikið síðan útgávudagin.

Tað er eitt ?in your face? performance video og visir á, hvør SIC er og var. Tó hava vit ment okkum nógv síðan tá, men videolagið reflekterar gott tí ráu, skitnu, men tó eisini fínari síðuna sum t.d. undir niðurlagnum av sanginum?

 

Hetta sigur Eddie Jacobsen, guitarleikari í SIC.

 

Eyðun Müller Thomsen produseraði videolagið. Eisini kendur undir navninum Nudye.

 

Nýggja videolagið hjá SIC kann síggjast á leinkjunum niðanfyri.

 

www.youtube.com/sicofficial

www.myspace.com/sic