- Nú áttu vit at brúkt Fámjinsskjalið

Hergeir Nielsen metir tað ikki vera rætt at siga, at málið um muhammed-tekningarnar er danskt burtur av og ikki rakar Føroyar. Hann heldur, at vit sum danskir ríkisborgarar eisini kunnu fáa ampa av hesum uttanlands, og tí heldur hann, at Landsstýrið átti at kunnað seg um støðuna

UTTANRÍKISMÁL
 
- Hetta málið rakar Føroyar, og tað undrar meg stórliga, at Føroya Landsstýri ikki hevur viðgjørt tað. Tann 29. mars í fjør varð Fámjinsskjalið undirskrivað, har tað verður sagt, at vit skulu kunnast um øll trygdar- og uttanríkismál, ið hava við Føroyar at gera, tí sum partur av Danmark hava vit brúk fyri hesum, sigur Hergeir Nielsen, ið er framsøgufólk í uttanlands- og trygdarmálum hjá tí størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldisflokkinum.
Løgmaður hevur gjørt nógv burtur úr Fámjinsskjalinum, sigur Hergeir Nielsen, og tí heldur hann tað vera løgið, at tað ikki verður brúkt í hesum førinum.
 Men tey, sum sita í samgongu nú, vilja ikki umsita uttanríkismál, sigur Hergeir Nielsen, sum leggur afturat, at hóast uttanríkismál eru danskt málsøki, so merkir tað ikki, at tey ikki kunnu viðgerast í Føroyum.
- Tað er ótrúliga ússaligt, at Landstýrið ikki er kunnað eins og uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum, sigur Hergeir Nielsen, sum ikki metir nakað annað land í longri tíð hava verið fyri slíkum ágangi, sum Danmark er í løtuni. Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur viðgjørt málið enn, men fer at taka tað upp.
Hergeir Nielsen metir, at tá donsk mál verða rakt, so rakar hetta allar danskar ríkisborgarar og harvið eisini føroyingar. Hann nevnir at føroyingar sigla kring allan knøttin, eins og teir eisini ferðast um allan heim, og tí er hetta eitt mál sum rakar okkum.
Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins nevnir í sama viðfangi, at uttanlandsnevndin í Løgtinginum í hesum døgum arbeiði við einum máli, um loftrúmið yvir Føroyum skal brúkast til amerikonsk hernaðarflogfør. Hesum ætlar Hergeir Nielsen, ið er limur í nevndini, at mótmæla, tí sum hann sigur, so vita vit ikki, um vápn, fangar ella annað, sum vit ikki vita um, er umborð.
 
 
 
MYNDATEKSTUR
- Tað er ótrúliga ússaligt, at Landstýrið ikki er kunnað eins og uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum, sigur Hergeir Nielsen