Næstan 10.000 fólk eru higartil í ár deyð av hitatongdum orsøkum í Týsklandi. Tað er hægsta talið síðani 2016.
Tað metir týska heilsustovnurin Robert Koch-stovnurin (RKI), skrivar tíðindastovan dpa.
Sambært RKI eru umleið 9.800 hitatongd deyðsføll skrásett fram til 19. juli.
Stórir partar av Evropa hava í summar verið raktir av fleiri hitabylgjum, og í Týsklandi náddi hitin upp á 40 stig í fleiri økjum í seinna helmingi av juni.
Flestu deyðsføllini hendu júst tá, men eisini vikuna frá 13. til 19. juli vórðu umleið 1.900 hitatongd deyðsføll skrásett.
Hitin heldur fram í Týsklandi, har væntað verður upp í 39 stig í dag.
Sambært RKI eru eldri serliga hart rakt. Umleið helvtin av teimum deyðu vóru yvir 85 ár, meðan 630 vóru yngri enn 65 ár.
Hiti kann elva til hitaslag og gera hjarta-, æðra- og andingarsjúkur verri, og tí eru eldri millum mest útsettu bólkarnar.
Hitabylgjurnar hava eisini havt álvarsligar avleiðingar í øðrum pørtum av Evropa.
Undir hitabylgjuni í endanum av juni varð ein yvirdeyðleiki á umleið 10.000 skrásett í teimum 27 ES-londunum. Tað merkir, at umleið 10.000 fleiri fólk doyðu enn væntað í tíðarskeiðnum.
Lasse Skafte Vestergaard, yvirlækni á Statens Serum Institut, segði fyrr í mánaðinum, at tað er torført at finna aðra frágreiðing enn tann óvanliga hitan.
– Tað er óvanligt at síggja so stóra yvirdeyðatøl hesa ársins tíð. Tað er veruliga nógv, segði hann.











