36 ára gamla Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023.
Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini, men verjin heldur fram, at hon var rakt av einari føðslusinnissjúku og tí ikki var revsirættarliga ábyrgdarfull, tá brotsverkið varð framt.
Nævningarnir boðaðu dómaranum frá, at teir eftir langar samráðingar ikki vóru førir fyri at náa semju um skuldarspurningin.
– Eftir nógvar tímar av umhugsan eru vit ikki før fyri at náa einari einmæltari avgerð, skrivaðu nævningarnir í einum boðum til dómaran.
Dómarin, William Sullivan, hevur kortini biðið teir fara aftur til samráðingar og royna einaferð aftrat. Hann vísti á, at rættarmálið hevur verið drúgt og fevnt um frágreiðingar frá meira enn 80 vitnum.
Verjin vísir á føðslusinnissjúku
Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava kvalt børn síni, sum vóru fimm ár, trý ár og átta mánaðir gomul.
Sambært ákæruvaldinum bað hon mann sín fara út eftir mati og heilivági, og hevði frammanundan roknað út, hvussu leingi hann fór at vera burtur.
Tá maðurin kom heim aftur, fann hann konu sína uttanfyri húsið við skurðum á hálsi og hondliðum eftir, at hon hevði roynt at tikið lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum.
Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli.
Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar sálarligar trupulleikar eftir seinastu føðingina. Fleiri vitni hava greitt frá, at hon hevði sagt teimum, at hon hoyrdi eina mansrødd, sum bað hana drepa børnini.
Lívlangt fongsul ella psykiatrisk viðgerð
Verður Lindsay Clancy dømd sek, kann hon verða dømd lívlangt fongsul uttan møguleika fyri treytaðari leyslating.
Verður hon hinvegin fríkend, vegna mentalu støðuna í brotsløtuni, verður hon flutt á eitt psykiatriskt sjúkrahús.
Málið verður viðgjørt við dómstólin í Plymouth í Massachusetts.











