Nakrar frostnætur í oktober?

Frostnætur

Dagarnir styttast, og kuldin er komin.
Tíðliga fingu vit kavaveður og frost. Onkur grenjar, onkur fegnast.
Síðsta leygarkvøld var krapi og hálka millum fjalla og eisini niðari á vegunum.
Sunnunáttina var frost, so illa var koyrandi og gangandi, um tú ikki var
skøddur.
Seinnapartin sunnudagin, tá ið hendan myndin er tikin sunnarliga á
Oyggjarvegnum, vóru fjøll og dalar rættiliga kavaklødd. Men enn er jørðin ov
heit og frostið, sum var sunnunáttina, var burtur.
Hóast kavaælingur var av og á sunnudagin, var gott at koyra sunnukvøldið, og
vegirnir vóru sum heild táir.
Mánakvøldið og týsnáttina var aftur frost og rættiliga hált, og soleiðis var
eisini tíðliga týsmorgunin. Bæði mánakvøldið og týsmorgunin var av fagrasta
veðri, týsmorgunin spegilsklárt og lítið lot høgt.
Veðurmenninir hjá SvF søgdu mánakvøldið frá 8 hitastigum í morgin og nøkrum
færri í dag.
Nú vegirnir eru vorðnir hálir aftur, er vert at hava í huga, at hóast
hitamátarin á bilinum ella í túninum vísir 2-3 hitastig, kann saktans vera
svartahálka kortini. Hon sæst vanliga ikki, og tá kann vandi vera á ferð, um tú
ikki ert ansin og hevur vakið eyga.
Okkurt hendinga árið var einki frost heilt fram til jólar, men tað man hava
verið undantak.
Hjá bøndrunum og teimum, sum eiga seyð, kemur kuldin ivalaleyst væl við, so
sleppast kann undan maðki.
Skjótt gongur tíðin, og um tveir mánaðir vendir longu aftur; tá fer sólin aftur
at hækka á luftini, og dagurin so líðandi at gerast longri.
Summarkvøldini, sum eru farin aftur við á hesum sinni, eru vøkur, men ikki
minni vøkur og hugvekjandi eru tey stillu og køldu vetrarkvøldini, tá ið mánin
stendur á himmalinum og lýsir upp firðir og sund.
Nógvar slíkar vetrarløtur eru ? hvørt eitt einasta ár.