Natasja var toppskjútti hjá Stjörnuni

Stjarnan tapti eisini annan dystin hetta kappingarárið

Stjarnan við Natasju Hammer á liðnum hevði fyrr í dag heimadyst móti ÍR í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Talan var um annan dystin hjá Stjörnuni hetta kappingarárið.

 

Stjarnan tapti dystin 26-32. Í steðginum var ÍR á odda 14-11.

 

Tað gekk tó persónliga væl hjá Natasju. Saman við Vigdís Arnu Hjartardóttir gjørdist Natasja toppskjútti hjá Stjörnuni. Tær skutu seks mál hvør.

 

Stjarnan hevur aftaná tveir dystir framvegis fyrsta stigið til góðar. 

 

Leygardagin 27. september spælir Stjarnan dyst úti á Heimaey móti ÍBV.