Nazi-útvarp fær ikki stuðul

Danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, hevur gjørt av, at tann nazistiska útvarpsstøðin Oasen skal ikki fáa almennan stuðul longur.

Eins og aðrar útvarpsstøðir hevur Oasen fingið stuðul frá tí almenna. Í ár hevur støðin fingið 78.000 krónur til at gera sendingar fyri, og hon hevur fingið tilsøgn um sama stuðul næsta ár. Síðani Oasen fór atsenda fyri seks árum síðani, hevur hon fingið 400.000 krónur í almennum stuðuli.

Men eftir einum lógaruppskoti, sum mentamálaráðharrin legði fram í gjár, fær Oasen neyvan eina krónu afturat úr ríkiskassanum. Higartil hevur støðin fingið stuðulin sendandi, men í framtíðini skal hon søkja um at fáa stuðul, og soleiðis sum reglurnar í lógaruppskotinum eru orðaðar, er lítið, sum bendir á, at Oasen fær stuðul aftur. Eitt nú verður tað eitt krav, at støðin skal hava eina lutfalsliga stóra lurtarafjøld, og ta treytina megnar Oasen ikki at uppfylla.