Í Russlandi eru nakrir nýnazistar dømdir langa fongsulsrevsing, tí teir sambært rættinum høvdu viðvirkað til, at 27 ungfólk í og nærhendis høvuðsstaðnum Moskva vórðu myrd. Millum tey dømdu er formaðurin í Tjóðskaparsinnaða Sosialistaflokkinum, Lev Molotkov, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing.
-Molotkov er ein sera stór hóttan ímóti tí russiska samfelagnum, segði dómarin, Nikolaj Tkatjuk, eftir at hann hevði felt dómin.
Tey 27 ungfólkini vórðu myrd í 2007 og 2008, og drápini skelkaðu russar og elvdu til øsing í Moskva, skrivar AFP.