Nú fýra umfør eru avgreidd, eru øll tíggju liðini í bestu deildini komin á stigatalvuna.
Undan hesum umfarinum var tað bara TB, sum einki stig hevði fingið. Í kvøld endaði tað 2-2, tá ið B68 hevði vitjan av TB, sum hevur eitt stig, meðan B68 hevur tvey stig.
Tað var týdningarmikið fyri báðar partar ikki at tapa. Í fyrra hálvleiki var einki mál skorað. Tá hevði B68 málverjin Joakim Jurs eina heilt stóra bjarging, tá ið TB miðvallarin Dánjal Godtfred royndi seg við skoti úr 18 metrum og mitt fyri.
Heimaliðið legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Vongverjin í vinstru, Áki Johannesen stútaði bóltin dygst inn við handara stólpa, eftir at Andri Benjaminsen við hornasparki hevði lagt innfyri úr høgru.
20 minuttir undan leikloki javnaði TB til 1-1. Rógvi Joensen, sum var á miðvøllinum fyri fyrstu ferð í ár, legði við horna innfyri úr vinstru, og miðverjin Ndende Adama Guéye setti við handara stólpa bóltin í málið.
Miðverjin Ndende varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann tíggju minuttir undan leikloki við handara stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Eirikur M. Ellendersen hevði lagt innfyri úr høgru.
B68 javnaði við brotssparki, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Petur Reinert peikaði á 11 metra blettin, tá ið Steffan Løkin fór um koll, eftir at hann stutt úr málinum royndi at snara framvið mótstøðumanni.
Lukasz Cieslewicz var tryggur úr ellivu metrum. B68 hevur higartil skorað fýra mál, og trý av teimum eru skorað við brotsspørkum.
B68 – TB 2-2 (0-0)
1-0: Áki Johannesen 64.
1-1: Ndende Adama Guéye 70.
1-2: Ndende Adama Guéye 80.
2-2: Lukasz Cieslewicz br 85.
Dómari: Petur Reinert
B68: Joakim Jurs – Tonni J. Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen – Bárður Ó. Jensen, Jann Ingi Petersen – Esmar Clementsen, Helgi Johannesen, Andri Benjaminsen – Lukasz Cieslewicz, Steffan Løkin
TB: Nikola Stoisavljevic – Eirikur M. Ellendersen, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Nikolei Johannesen, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson – Mark Kongstedt, Bessijan Kastrati