Men hann kann fyri tað ikki forða øðrum at vísa eina atfinningarsama støðu, so leingi vit halda okkum til almennar veruleikar. Hann kann ikki leggja aðrar undir at tvætla, tá teir halda seg til turrar og sannar veruleikar um samfelagsskipanir, sum eru hansara fyrimyndir.
Eg veit væl, at Óli Breckmann hevur verið og vitjað á New Zealandi, og eftir myndini at døma í Dagblaðnum haldi eg meg síggja, hvønn part av New Zealandi, hann hevur vitjað. Sjálvur havi eg ikki verið á New Zealandi, men eg havi gjørt mær ómak at finna tilfar og annað fram, sum eru facts og ikki tvætl.
Keldur mínar hava m.a. verið:
??New Zealand from Welfare State to Market Society?. Le Monde Diplomatique, skrivað av Serge Halimi 1997.
??Economic Reform in New Zealand: Comment?, skrivað av Dr. Paul Dalziel, Department of Economics and Marketing, Lincoln University, Canterbury, New Zealand. 1998.
??The Caragata Tax Report; a Nail in the Coffin of the Fiscal Contract?, skrivað av Keith Rankin. 1998.
??Reply to Patrick Caragata on Taxes?, skrivað av Keith Rankin. 1998
??The Economist?.
Her má eg arga teg eitt sindur Óli. Politiski búskaparfrøðingurin Keith Rankin kallar Caragata Tax Report fyri ein seym í líkkistuna.
Men hvat er tað so, sum eg havi tvætlað um í Krosskasti hetta kvøldið?
Fyst av øllum havi eg sagt, at eg ikki haldi, at Caragata-álitið er vísindaligt, men heldur eitt hugsjónarligt álit. Grundin er, at teir halda seg til loysnir og modellir av hugsjónarligum ávum, meðan ein vísindarlig framløga neyvan hevði avskorið aðrar møguleikar. Caragata heldur seg sita inni við einasta sannleikanum. Caragata heldur seg til vøkur búskaparlig lyklatøl uttan at kaga eftir ssamfelagsligu avleiðingunum.
Rætt er, at liberaliseringsátakið byrjaði undir Labour í 1984. Men tá fevndi Labour rættiliga breitt og var einasta alternativið til konservativu Muldoon-stjórnina. Sjálvt Roger Douglas, sum tá var fíggjarmálaráðharri, og sum Óli so vakurt er avmyndaður saman við, rúmtist í Labour. Í dag er hann komin í rætta flokk sín - tann høgravenda Act -flokkin. Tó skal sigast, at Labour-stjórnin, hóast hon gjørdi nógvar ólukkur frá 1984 til 1990, ikki rørdi fakfelagsbygnaðin ella lønarlagið. Tað hava teir konservativu síðan tikið sær av.
Nøkur av teimum facts, sum eg førdi fram í Krosskasti, vóru hesi:
Privatiseringin førdi við sær, at
?telefyritøkan og jarnbreytirnar vórðu seldar til amerikanarar.
?skógbrúksvinnan varð seld til amerikanarar og japanesarar.
?bankarnir vórðu seldir til australiarar.
?tryggingin varð seld til bretar.
?flogfeløgini vórðu seld til australiarar.
?Frá januar til juli í ár fluttu 22.500 nýsælendingar til Australia fyri at leita sær arbeiði. Fólkatalið er um 3.6 mill. fólk, so um gongdin heldur fram, so svarar tað til uml. 1%.
?Uttanlandsskuldin hækkaði við 30%, mált av BTÚ, frá mars 1984 til mars 1995.
?Talið av húsarhaldum undir fátækramarkinum fór frá 4,3% til 10,8% frá mars 1984 til mars 1994.
?17,8% av nýsælendingum livdu undir fátækramarkinum í 1991.
?Fakfelagsrørslan er syndrað sundur.
?Alt samfelagið byggir á individualismuna.
?Einasti almenni vøksturin er løgreglan, dómstólarnir og fongsilsverkið.
New Zealand hevur skarað framúr við at hava stóran vøkstur í ójavna seinastu árini. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð hava teir fingið ein undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vórðu framdar. Arbeiðsloysið vaks, samstundis sum almannaveitingarnar minkaðu, og harvið gjørdist ein stórur partur av fólkinum sera illa fyri. Gaman í, ein partur av fólkinum gjørdist nógv meira múgvandi av somu liberalisering.
Her er talan um at geva seg fult og heilt yvir til karráðu marknaðarkreftirnar, meðan vælferðin verður avmonterað.
Eg síggi tað sum Javnaðarfloksins uppgávu at ávara ímóti Caragata-ætlanunum so frægt, sum vit kunna.
Annars kann man nú freistast til at kalla Caragata-álitið fyri eitt framhald av Hvítubók. Semjan um umsetiligheitina í fiskivinnuni er gott prógv um tað.
Forrestin Óli, tú ert við at fáa eitt kompleks av hesum velduga almenna sektorinum, sum tú sigur, vit hava í Føroyum í dag. Men álvaratos, spar okkum fyri hasi krokudillutárini, tí tað, sum vit higartil hava sæð til henda sektor, meðan tú og Fólkaflokkurin hava sitið við valdið síðan 1996, er, at hann framhaldandi veksur. Tá er so hóast alt munur á tykkum og tykkara nýsælendsku stravsbrøðrum.
Eg gav partamanni tínum tey ráð, at hann kom í tingið við Caragata, so vit kunnu fáa eina ideologiska uppgerð fyri einaferð skyld. Tú kanst minna hann á tað.
Fleiri ferðir eri eg komin fram á, í tí tilfari eg havi funnið fram, orðini: ?There is no real evidence to connect tax cuts to growth? - tað er einki veruligt prógv fyri, at samband er millum lágan skatt og búskaparvøkstur.
Men tað er kanska eisini spurningur um politiska trúgv, ella kanska er tað eisini tvætl?
Jóannes Eidesgaard