Neista-verjan avgjørdi

Neistin-StÍF 29-23 (12-11):

Eina løtu riggaði kontra-spælið hjá Neistanum til fulnar, og skræddu tær seg leysar frá StÍF, sum annars hevði fylgt heilt væl við

Hondbóltur

Jákup Mørk

[email protected]


Fyri tað nógva var ikki so sjónligt, at Neista-kvinnurnar í ár ætla sær leiklutin sum fremsti avbjóðarin hjá Stjørnuni. Á heimavølli vóru tær bláu greiðir favorittar móti StÍF, men fyrstu longu løtuna gekk sera striltið at staðfesta hetta.

StÍF, sum seinnu árini hevur arbeitt miðvíst við at menna sínar egnu, heldur enn at satsa útlendskt, megnaði væl at byrgja fyri spælinum hjá heimaliðnum. Og við spælarum sum Rebekku og Ninnu hevur StÍF eisini nakrar av teimum dygdunum, sum kunnu trýsta neyðugu málini inn.

Fyrstu løtuna eftir steðgin skrædnaði dysturin tó. Neistin fekk veruliga verjuna upp at koyra hesa løtuna. StÍF megnaði als ikki at spæla tung, og sæð burtur frá skotstyrkini hjá Rebekku, var hóttanin móti bláa málinum tí lítil og eingin. Og so lá brádliga heilt væl fyri hjá Neistanum at spæla vandamikla kontra-spælið. Neyvu útkøstini frá Fríðu Petersen vórðu fleiri ferðir á rað umsett til mál, og eftir átta minuttum stóð 19-13 á talvuni.

Eftir hetta dovnaði Neistin aftur nakað, men tað høvdu tær so eisini ráð til. Spenningur kom í øllum førum ikki aftur í dystin, og so kundu tær bláu halda fast í ætlanunum um at vinna Stjørnuna aftur.


Fakta um dystin

Neistin-StÍF 29-23 (12-11)

Málskjúttar

Neistin: Nicoleta Hansen 8(1), Rakul Magnussen 5(1), Unn Kragesteen 5, Anja Heinadóttir 4, Katrin á Neystabø 2, Ása á Neystabø 2, Ása Christiansen 1, Elin Stakksund 1, Anna Clementsen 1

StÍF: Ninna K. Johansen 8(1), Rebekka Justinussen 7(1), Rósa Johansen 3, Oddrun Danielsen 2, Jóhanna í Króki 1, Bára B. Danielsen 1, Ata Gregersen 1

Brotskøst: Neistin 2, StÍF 2

Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2

Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen