KÍF-Neistin 24-32 (6-14) Neistin í finaluna við samanlagt 59-53
Tað var rættiliga skjótt, at Neistin sannførdi áskoðararnar í Kollafirði um, at tapið í fyrru hálvfinaluni móti KÍF ikki var meira enn ein keðiligur svipsari.
Kollfirðingar fingu mest sum einki burturúr í álopinum, og í verjupartinum høvdu hvítu mótstøðumenninir góðar treytir.
Eftir fyrsta korterið stóð 1-10 á máltalvuni, og so var spenningurin í dystinum mest sum dripin alt fyri eitt.
Eftir hetta ráddi bara um hjá Neistanum at halda fast um leiðsluna, og við einum væl spælarin Ára Dam í málinum gekk hetta eisini uttan teir heilt stóru trupulleikarnar.
Besti málskjúttin hjá KÍF í dystinum var Damir Oros við 8 málum. David Edvardsen skeyt 9 mál fyri Neistan.