Nevið Reyða svaraði aftur

8-mannafør: FM spenningurin er varðveittur til á ólavsøku

Tað var tætt og spennandi, og tað var leingi ógvuliga dramatiskt, tá ið Argjabáturin og Nevið Reyða kappaðust á vestanstevnu í Sørvági.

Klaksvíkingar umborð á Nevinum Reyða høvdu knívin á barkanum. Um teir skuldu hava møguleika at vinna FM, so var neyðugt, at teir bæði vunnu í dag og á ólavsøku.

Nevið Reyða vann í dag, og tískil er FM spenningurin varðveittur. Tann, sum á ólavsøku verður fremri av Argjabátinum og Nevinum Reyða, verður meistari.

Í dag lógu báðir bátarnir leingi borð um borð og stavn um stavn. Tá ið tað restaðu umleið 300 metrar, tók at dragna eitt vet, og í sjálvum endaspurtinum rann Nevið Reyða av álvara frá Argjabátinum, so munurin á málinum var ein bátslongd.

 

1 Nevið Reyða 4:35.18

2 Argjabáturin 4:37.32

3 Knørrur 4:49.16

4 Miðvingur 4:56.46

5 Sjóriddarin 5:06.42

 

FM

1 Argjabáturin 39

1 Nevið Reyða 39

3 Sjóriddarin 16