Nevndin fekk fullan stuðul

Var lítil ivi um stjórnarvalið, var so púra ongin ivi um formansvalið á aðalfundinum, sumv ar í Føroya Arbeiðarafelag nú í vikuskiftinum

? Eg kann ikki annað enn takka fyri stuðulin.

? Og eg kann bara lova tykkum, at vit fara at gera okkara besta, bæði í samráðingunum,men eisini í arbeiðnum annars.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, kann ikki annað enn vera væl nøgd við aðalfundin í felagnum nú um vikuskiftið.

Tí hon fekk fullan stuðul frá fundarfólkinum.

Tað vísti aðalfundurin við at velja hana einmælt aftur til formann í felagnum.

Á aðalfundinum stóðu tríggir stjórnarlimir fyri valið. Teir vóru Ingeborg Vinther úr Vági, formaður, Elias Hansen av Skála, næstformaður og Kári Jacobsen úr Vági nevndarlimur.

Tey tóku øll við afturvalið.

Men afturímóti teimum, vórðu trý onnur valevni skotin upp. Randi í Jógvansstovu úr Lorvík, Leila Zachariassen úr Havn, formaður í S&K og Karl Robert Johansen av Strondum.

Ongin av teimum trimum fekk tó nóg nógvar atkvøður til at koppa teimum, sum sótu frammanundan.

Ikki minst Ingeborg Vinther eigur at vera nøg við valið.

Tí av teimum 111 atkvøðunum á fundinum, fekk formaðurin fast í 100.

Og var lítil ivi um stjórnarvalið, var slett ongin ivi, tá ið aðalfundurin so skuldi velja formannin ímillum tey, sum vórðu vald í stjórnina.

Tí tá varð Ingeborg Vinther einmælt afturvald. Annars skipar nevndin seg sjálv.

Sostatt er stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag nú hendan: Ingeborg Vinther úr Vági, formaður, Elias Hansen av Skála, Kári Jacobsen úr Vági, Georg Hansen úr Miðvági, Marius Clementsen av Sandi, Tana Kallsoy av Eiði og Símun Abrahamsen úr Fuglafirði.

Tiltakslimir eru Randi í Jógvansstovu úr Lorvík, Karla Einarsson úr Runavík og Leila Zachariasen úr Tórshavn.