Niels á Reynatúgvu og Svend Åge Seloy eru afturvaldir í nevndina í Starvsmannafelagnum. Eingin stillar upp ímóti teimum á aðalfundinum, sum verður 8. mars, tá tveir tiltakslimir standa fyri vali.
Tveir nevndarlimir í Starvsmannafelagnum stóðu fyri vali á hesum sinni. Talan varð um teir báðar Niels á Reynatúgvu og Svend Åge Seloy, og freistin at stilla upp var 1. februar. Tað skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.
Niels og Svend Åge stillaðu báðir uppaftur, og tá ið freistin at stilla upp varð úti var einki mótvalevni. Teir eru tí afturvaldir, og verður einki stríðsval um nevndarsessirnar á aðalfundinum 8. mars.
Teir báðir eru valdir fyri trý ár afturat.
Val av tveimum tiltakslimum verður tó á skránni á aðalfundinum.
Nevndin í Starvsmannafelagnum er soleiðis:
Selma Ellingsgaard, forkvinna
Suni Selfoss, næstformaður
Karin Jacobsen
Svend Åge Seloy
Niels á Reynatúgvu