NEVZA U19 kvinnur= Føroyar-Ongland 1-3: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr hvat U19 landsliðsvenjarin, Lars Engell og besti føroyski spælarin, Zoe Dickson høvdu at siga um 1-3 tapið móti Onglandi

 

##med2##

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti tapti eisini triðja dystin í innleiðandi bólkaspælinum í NEVZA kappingini í Finnlandi. Ígjár tapti føroyska liðið 0-3 móti bæði Danmark og Finnlandi.

Í dag gekk tað eina tonn frægari. Føroyska liðið vann eitt sett móti Onglandi, men tapti 1-3.

Ongland-Føroyar 3-1 (25-19, 15-25, 25-22, 25-16)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í øðrum setti, ið føroysku U19 kvinnurnar vunnu 25-15.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Engell sum slær fast, at hann royndi at fáa so nógvarar spælarar sum møguligt at royna seg í dag, og tað merkti dystin, staðfestir Lars Engell.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Zoe Dickson, ið sambært hagtølunum var besti spælarin hjá Føroyum í dag. Zoe vónar at kunna gera tað betri klokkan sjey í morgin tá plasseringsdystur er á skránni. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá plasseringsdystunum sum føroysku U19 landsliðini spæla á FM1 í morgin.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

 

 

 

(Samrøður: Lars Engell og Zoe Dickson)