New York innsett fyrsta muslimska borgarstjóran í býnum

Sambært AP legði Zohran Mamdani hondina á eina Koran, tá hann varð svorin í eið á eini afturlatnari undirgrundarstøð í býnum.

Nýggi borgarstjórin í New York er bara 34 ára gamal og fyrsti muslimski borgarstjórin í býnum. Her verður hann tikin í eið - Mynd: Amir Hamja Fyri The New York Time/Reuters

Zohran Mamdani varð í morgun okkara tíð svorin í eið sum borgarstjóri í New York komandi fýra árini.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

34 ára gamli Mamdani varð tikin í eið á eini eftirlatnari metrostøð undir ráðhúsinum og tekur sostatt yvir leiðsluna í størsta býnum í Amerika.

 

Hann verður fyrsti muslimski borgarstjórin í New York City og yngsti borgarstjóri í býnum í yvir 100 ár, skrivar tíðindastovan AP.

 

Sambært AP legði Mamdani hondina á eina koran, tá hann varð svorin í eið á metrostøðini.

 

– Hetta er sanniliga ein heiður og ein framíhjárættur fyri lívið, segði Mamdani í stuttari røðu, sambært AP.

 

Tað er fyrstu ferð, at ein borgarstjóri í New York City er vígdur við at brúka heilagu skriftina í islam og merkir enn ein søguligan hornatein fyri býin, skrivar AP.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur verið ein harður kritikari av sosialistiska politikkinum hjá unga politikaranum, og hann hevur ofta kallað Mamdani fyri kommunist.

 

Millum vallyftini hjá Mamdani eru ókeypis almennur flutningur, ókeypis barnaansing til børn í aldrinum seks vikur til fimm ár og almennir stórhandlar.

 

Tá Mamdani vann borgarstjórasessin í amerikanska stórbýnum, segði hann í síni sigursrøðu, at hansara val vísir vegin at vinna á Trump.

 

– Um nakar kann vísa eini tjóð, sum er svikin av Donald Trump, hvussu hon skal vinna á honum, so er tað býurin, sum hevur skapt hann, segði Mamdani og vísti til, at Trump er føddur og uppvaksin í New York City.

 

Eitt stórt hátíðarhald, sum markerar vígsluna av Mamdani sum borgarstjóri, verður seinni í dag, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Her fara senatorurin Bernie Sanders og kongresskvinnan Alexandria Ocasio-Cortez at halda røður. Bernie Sanders er ein av politisku hetjunum hjá Mamdani, skrivar AP.

 

Væntandi koma umleið 4.000 gestir við atgongumerkjum til tiltakið, sum verður frammanfyri Ráðhúsið.

 

Toymið hjá Mamdani hevur eisini skipað fyri gøtuveitslu, sum tey siga fer at loyva tíggjutúsundavís av fólkum at fylgja hátíðarhaldinum umvegis stórskíggjar.

 

 

 

/Ritzau/

 

Nýggi borgarstjórin í New York er bara 34 ára gamal og fyrsti muslimski borgarstjórin í býnum. Her verður hann tikin í eið - Mynd: Amir Hamja Fyri The New York Time/Reuters