Newcastle framt enn eitt keyp

Eftir trý ár í Middlesbrough fer Mark Viduka nú at royna eydnuna í Newcastle. Sáttmálin hjá avstralska framherjanum rann út við felagið, og Newcastle tørvaði tískil ikki at leggja pengar á borðið fyri Viduka.

Hetta er næsti styrkur hjá Newcastle innan bert tveir dagar. Í gjár skrivaðu teir sáttmála við Joey Barton, og í dag var tað altso Mark Viduka.