Neyðuga brúgvin

Jónleif Johannesen, Lærari, Klaksvík
------

Fyrsti flokkur hevur fingið fleiri undirvísingartímar, og hóast lærarar inn í millum spæla eitt sindur, so er fyrsta skúlaárið ein ov stór broyting fyri børnini. Skúlakarmarnir kring fyrsta flokk eru skipaðir soleiðis, at mest fæst burtur úr við, at næmingurin situr í friði og lurtar fyri síðani at arbeiða eina løtu. Enn er tvílæraraskipanin ov veik, og stovurnar ov trongar til at broyta hesa siðvenju. Tíverri síggja vit eisini, at nýggir skúlar byggja stovur, sum eru minni enn 60 fermetrar. Slíkt er stak óheppið. Prátið gongur tíðum um skúlabúnar næmingar, men alt ov sjáldan spyrja vit, hvør skúli er næmingabúgvin. Tað krevur veruliga stóra arbeiðsorku frá lærarum at fáa 22 sjey ára gomul børn at trívast í eini skúlastovu á 45 fermetrar. Tað ger ikki uppgávuna lættari, at skiftið frá barnagarði til fólkaskúlan er so ógvusligt.

Eitt lagaligari skifti
Barnið hevur brúk fyri einum lagaligari skifti enn tað hevur í dag. Eitt lagaligt skifti verður best framt við, at bæði námsfrøðingar og lærarar taka sær av teimum seks, sjey ára gomlu í felag. Við einum slíkum samarbeiði kundi næmingurin sloppið at ment seg í tryggum mennandi kørmum, har hann kendi seg sæddan og samstundis fekk hóskandi fakliga avbjóðing. Allar misskiljingar um ov vánaligar læruhættir, snævurskygnar eygleiðingar, manglandi tíðarkarmar, manglandi fyrireiking o. a. kundu lærarar og námsfrøðingar í felag mana í jørðina. Lærarar og námsfrøðingar kundu givið næmingunum eitt trygt og fjølbroytt menningarstøði, sum javnan varð endurmett úr ymiskum sjónarhornum. Hetta átti at givið eina góða mynd av næminginum og tískil eisini eitt gott grundarstøði til komandi skúlaár at bygt á.

Ókeypis skúlaskylda
Fáa seks áragomul møguleikan at koma innum skúlagátt eigur hetta at verða gjørt sum ókeypis skúlaskylda. Fyrst tá kann servitanin, sum er um flokkin, veruliga leggja námsfrøðiligar og fakligar menningarætlanir fyri børnini, sum komandi skúlaár kunnu byggja víðari á. Hetta er eisini besti møguleikin fyri at fáa flokkin at virka sum ein veruligan part av skúlaskipanini. Verður tað soleiðis at seks ára gomul koma í skúla eigur hetta sjálvsagt at verða uttan foreldragjald. Tað er ikki rætt at krevja gjald frá foreldrunum fyri eitt kravt tilboð.

Tillaga undirvísing
Við at hava bæði námsfrøðingar og lærarar inni í stovuni, hevur barnið møguleikan at mennast á nærum øllum menningarstøðum. Hetta verður ein stór hjálp og kemur at gera at skipanin kann hjálpa og menna á røttum stað og til røttu tíð. Eisini kemur tillagaða undirvísingin at hjálpa lærarum og námsfrøðingum at finna møguligar trupulleikar og at seta, um neyðugt, serviðgerð í gongd alt fyri eitt.

Innihaldið
Lærusetningurin fyri tey seks, sjey ára gomul eigur at at byggja á tað arbeiðið barnagarðurin ger, somuleiðis sum at hann eigur at fyrireika barnið at koma í fyrsta flokk. Væl má ansast eftir at vit ikki flyta málini fyri fyrsta flokk eitt ár niður. Tá er einki vunnið.
Niðanfyri standandi punkt eiga, saman við øðrum, at fáa innivist í einum skúladegi fyri seks, sjey ára gomul børn:
• Børnini eiga at mennast við upplivingum málsliga og fáa føst hugtøk, so tey á henda hátt stimbrast at brúka málið fjølbroytt.
• Børnini eiga at læra at lurta, geva gætur og samstarva, so tey lætt koma upp í tað felagsarbeiðið, sum skúlaarbeiðið er skipað í og soleiðis verða fyrireikað til skúlan.
• Børnini eiga at kunna økja hugtaksligu búningina við upplivingum, leiki, spæli og skapandi virksemi og á henda hátt mennast málsliga
• Børnini eiga at fáa eitt sterkt sjálvsvirðið og góðan hug at læra
• Børnini eiga at læra at samstarva
• Børnini eiga at fáa góðar læruumstøður, so at tey innan tryggar karmar javnt og samt fáa avbjóðingar at kanna umheimin og kanna seg sjálvi
• Børnini eiga at fáa møguleika at undrast, at fáa greiði á og at gerast bilsin

Brúgvin má fíggjast
Í trongum tíðum er tórført at fáa pening til nýhugsan, men ein íløga í børn okkara vil altíð verða skilagóð. Minnast skal tó til at innan fólkaskúlakarmarnar er ikki peningur tøkur til at fíggja enn eitt skúlaár. Har manglar í sum er. Skal dygdargóða brúgvin byggjast millum barnagarð og skúla má peningur fáast inn í skipanina aðrastaðni frá.
Annars verður talan um eina bjarnatænastu.