Niðursetandi røddirnar, sum ferð eftir ferð hava ført fram, at føroyar eru alt ov lítlar at standa seg í altjóða høpi, fingu kanska enn meira ferð á mánakvøldið.
Føroyska U-16 landsliðið legði nevnliga fyri í NM kappingini við at tapa við tennistølum móti Danmark, men hóast úrslitið sum so ikki varð nakað at reypa av, so eru tó fleiri sjónarhorn, sum dysturin kann síggjast frá.
Gevur royndir og áræði
Tað, sum helst ehvur verið ført fram flestar ferðirnar, og sum helst eisini er týdningarmesta argumentið fyri at hava føroyska umboðan í slíkum kappingum, er, at slíkir dystir geva royndir. Royndir, sum í framtíðini kunnu gerast ein sera týdningarmikil barlast hjá leikarunum at hava, tá teir einaferð í framtíðini møguliga skulu umboða land ella felag í altjóða høpi.
Harumframt skal leggjast afturat, at altjóða luttøkan er ein gularót av teimum heilt stóru hjá ungu leikarunum. Teir leggja meira í venjingina av hesum, og saman við royndunum átti hetta eisini at borga fyri eini betraðari góðsku í framtíðini.
At føroyingar ongantíð fara at gera seg rættuliga galdandi í altjóða høpi, soleiðis at heiðursmerki og annað vera at hóma, man vera teimm flestu greitt, og tí eiga vit heldur ikki at seta nøsina upp eftir slíkum.
Heims gitni venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, hevur eisini júst í hesum døgum sagt sína hugsan um, hví fraklendingar eru somikið sterkir á fótbóltsøkinum í løtuni. Hann legði í tí sambandi áherslu á, at tað als ikki er av tilvild, at fraklendingar í løtuni hava eitt somikið sterkt ættarlið av fótbóltsleikarunum, men at hetta er úrslit av miðvísa ungdómsarbeiðinum, sum franska fótbóltssambandið hevur framt seinastu mongu árini. Wenger fór enn tá somikið langt, at hann segði onnur land vera eini 10 ár aftanfyri Frakland í so máta.
Væntandi skjótleiki
Tað hevur verið sagt ferð eftir ferð, og tað verður helst eisini endurtikið fleiri ferð í framtíðini. Størsti veikleikin hjá føroyskum leikarum, tá hesir skulu royna seg í altjóða høpi, er munurin í kropsligari styrki.
Hetta gjørdist eisini heilt tíðliga sjónligt í dystinum móti Danmark, har føroyska verjan hevði sera ilt við at halda kviku áleyparunum hjá dønum. Trýstið fyrstu løtuna var eisini heilt stórt, men so við og við fótaðu føroysku leikararnir sær. Teir tordu nú betri at flyta bóltin sínámillum, og hóast talan í fyrra hálvleiki ikki var um ein einasta málmøguleika, so sá tað slettis ikki so galið út.
Teir kundu tó ikki gera nakað fyri at forða dønum at skora, og hóast leiðslumálið hjá dønum var heldur bíligt, so mundi 2-0 leiðslan í hálvleikinum vera á eini góðari leið.
Í seinna hálvleiki var søgan so at siga hin sama, men móti endanum av dystinum gjørdust málini heldur nógv í tali. Aftur her kom til sjóndar munurin í kropsligu styrkini. Føroysku leikararnir vóru snøgt sagt pøstir, og tá danir framhaldandi royndu at seta ferð á, so skrædnaði fullkomuliga hjá føroyska liðnum at enda.
Føroyar høvdu ein góðan møguleika at skora, tá tvørámaðurin, Rasmus Nolsøe, brádliga fekk bóltin eftir hornasparksstøðu, men tíverri tók skotið skeivu megin stólpan.
Munurin í skjótleika og orku at flyta seg viðførdi annars, at føroyska spælið tóktist nógv meira stirvið enn hjá dønum. Taktist vóru føroysku leikararnir als ikki so nógv verri fyri enn mótstøðuliðið, og hjá teimum flestu var munurin í bóltførleika heldur ikki so stórur, sum hann ofta hevur verið áður.
Øgilig ferð
Tað tænir eisinii føroysku leikarunum til rós, at teir leingi megnaðu at taka ferðina av spælinum hjá dønum. Av øðrum dystum, sum vóru í Gundadali í gjár sást, at leikferðin í fleiri teirra var so nógv hægri enn í dystinum hjá føroyingum.
Serliga stuttligt var at síggja norsku og skotsku dreingirnar royna seg í einum dysti, sum alla tíðina varð leiktur við nógvari ferð. Einki er at ivast í, at eisini donsku dreingirnir eru førir fyri at spæla við slíkari ferð, og tí er bara at vóna, at føroyingar eru eins dugnaligir í hesum partinum av spælinum komandi dystirnar.
Í gjár, eftir at blaðið fór til prentingar, skuldu føroyingar royna seg móti Finnlandi, og hósdagin verða tað so ungu ensku leyvurnar, sum verða uppgávan hjá føryingum.
Talvan og hátalararnir
Eitt, sum fleiri fólk tóktust fýlast á uppi í Gundadali mánadain, vóru miðlarnir, sum nýttir at boða áskoðarunum frá ymsum hendingum..
Talvan er kanska ikki heilt ung longur, men onkursvegna átti okkurt at verið gjørt, soleiðis at skil fekst á hana. Hetta hevur verið ein trupulleiki í meira enn eitt ár, og flestu áskoðararnir, sum leggja leiðina í Gundadal, munnu undrast á, at tað ikki skal bera til at fáa hana rættlag.
Hinvegin er einki sum helst galið við hátalarunum, sum hanga í teimum báðum áskoðaraskýlunum, men hesir verða kanska nýttir í meira lagi.
Í øllum førum man tað ikki vera serliga stutligt hjá hvørki leikarum ella áskoðarum at hoyra slagsangin frá nú lidna EM-endaspælinum, tá mál verða skotin til 5- og 6-0.vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder