Neyvan rætt av mær at koyra Johan Dahl til hús

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil ikki ganga ímóti meirilutanum í landsstýrismálanevndini.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, metir, at við tað, at meirilutin í landsstýrismálanevndini er komin til ta niðurstøðu, at lógin um ábyrgd landsstýrismanna ikki er brotin, er tað ikki rætt av honum at loysa landsstýrismannin úr starvi. Hesum boðar Norðlýsið frá í dag.

- Tað er løgtingið sum hevur biði landsstýrismálanevndina viðgera málið og tí er eingin ivi um at bólturin liggur hjá løgtinginum, sigur løgmaður við Norðlýsið.

Við ting.fo sigur løgmaður, at hann sjálvandi fer at tosa við landsstýrismannin og at nærlesa niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, men endurtekur, at málið liggur hjá Løgtinginum.

- Tá ið málið um at seta kanningarstjóra í sambandi við Skálafjarðartunnilin var í landsstýrismálanevndini var trýst á, at vit áttu at fylgja meirlutanum í landsstýrismálanevndini. Tað gjørdu vit.  Tí er tað undarligt, um vit ikki gera tað í hesum føri, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við ting.fo.

Løgmaður er, sambært Norðlýsinum, annars sera misnøgdur við, at landsstýrismálanevndin ikki megnar at koma við eini felags niðurstøðu í málinum.