Niðara endaspælið: B36 og 07 Vestur løgdu fyri við heimasigrum

Fyrsta umfarið í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum er leikt í dag

Mynd: b36.fo

Liðini í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum løgdu eisini til brots í dag.

 

Í fyrsta umfarinum vann 07 Vestur á heimavølli stórsigur 4-0 (2-0) á FC Suðuroy, meðan B36 vann meira tepurt á heimavølli 2-1 (0-0) á ÍF.

 

07 Vestur-FC Suðuroy 4-0 (2-0)

 

1-0 Kristina Gásdal (27.)

 

2-0 Kristina Gásdal (33.)

 

3-0 Bjørk Akselsen (63.)

 

4-0 Margit Magnusdóttir (67.)

 

B36-ÍF 2-1 (0-0)

 

1-0 Ragnhild Magnusson (49.)

 

2-0 Ragnhild Magnusson (72.)

 

2-1 Hansina Nesá (77.) 

 

B36 er fremst við seks stigum. 07 Vestur hevur fimm stig, meðan ÍF og FC Suðuroy hava eitt stig hvør. 

 

Kelda: dystir.fo

 

Mynd: b36.fo