Niðurlendskur upptúrur

Tá ið mjørkin í Vágum forðar høvuðsnøvnunum at koma á G! Festival at spæla, so er gott at kunna heita á onnur at spæla umaftur.

Og táið Amsterdam Klezmer Band komu á pall sum ætlað klokkan eitt leygarkvøldið, høvdu teir longu spælt einaferð kvøldið fyri. Og tað hevði verið einki ov nógv at fingið teir at spælt hóskvøldið við. At fáa ein niðurlendskan bólk sum spælir jødiskan fólkatónleik at koma til Føroya at spæla, er júst sovorðið, sum ger G! til ein so góðan festival. Og sjáldan hevur tað verð betri enn Amsterdam Klezmer Band. Hetta er forkunnugt, stuttligt, lívligt, undirhaldandi, og ótrúliga væl úr hondum greitt. Teir spældu klezmer: tað er ein jødiskur tónleikastílur, hvørs høvuðseykenni er, at hann hevur ein annan tónastiga enn tað, sum vit eru von við. Hesin tónleikurin er eisini eyðkendur av, at hann sum oftast hevur lívligar og progressivar rútmur; eisini í teimum syrgiligu og sorgblíðu sangunum. Hóast tað regnaði av grimd og vindurin blásti, breyt dansurin út á Spæliplássinum - tað var mest sum ómøguligt at standa stillur til tílíkan tónleik. Enntá tey skeptisku, sum stóðu aftast, byrjaðu at vagga við. Ljóðførini vóru saksofon, trombon, trompet, klarinett og kontrabass. Og tey, sum steðgaðu á við dansinum eina løtu, og góvu einstøku ljóðførunum gætur, vóru vitni til eitt fantastiskt handverk. Samanspælið var framúrskarandi, og serliga í solounum vístu teir evni teirra við ljóðførunum. Ikki ein tóni var við síðunar av. Rós má eisini gevast til ljóðblandi. Tað er ofta at tílíkur skjóttspældur tónleikur loypur saman, men hesuferð var ljóðmyndin lýtaleys.

Tað var fyri tað mesta instrumentalt, og teir hildu seg mest sum uttan frávik til eyðkenda klezmerstílin. Serliga at byrja við kundi tað kennast eitt sindur einstáttað, sum teir fóru úr einum lagi í eitt annað. Sum konsertin leið komu teir tó rættiliga fyri seg, og seinna helvt av framførsluni var betri enn tann fyrra. Serliga væl riggaði tað, tá ið frontmaðurin, Job Chajes, legði saksofonina frá sær og byrjaði at syngja á niðurlendskum afturvið veitslukenda tónleikinum. Hann var karismatiskur, við eini orku sum smittaði yvir á áhoyrarnar. Tað var eisini týðiligt at teir sjálvir blivu enn meiri tendraðir av dansandi fjøldini.

Klezmerbólkurin úr Niðurlondum spældi í knappan tíma. Tá ið teir góvust, var lagið, hóast ringa veðrið, vorðið so gott, at teir gott kundu hildið á ein tíma afturat. Hetta var uttan iva konsertin sum fekk mest lív í áhoyrararnar, og fleiri á Spæliplássinum vildu vera við, at hetta var besta løtan á G! 2012 yvirhøvur.