Niclasen er formaður í Fíggjarnevndini

Jørgen Niclasen er nú valdur til nýggjan formann í Fíggjarnevndini. Nevndin hevur skipað seg í morgun. Nevndarsessirnir hjá Fólkaflokkinum skulu veljast av nýggjum, tí Annfinn Kallsberg hevur lagt frá sær.

Á løgtingsfundinum í morgun varð Rodmund Nielsen valdur til nýggjan løgtingsgrannskoðara fyri Anfinn Kallsberg. Á løgtingsfundinum í gjár varð Jákup Mikkelsen valdur sum nýggjur limur í Rættarnevndini, og Heðin Zachariasen varð valdur til varalim í somu nevnd. Jørgen Niclasen er eisini varalimur í Uttanlandsnevndini.